Uttanlands

Saudi Arabia fer at skerja CO2 útlátið til null í 2060

Heimsins størsti framleiðari av olju og gassi fylgir harvið Kina og Russlandi men 10 ár seinni enn USA og ES

2021-10-23 17:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Saudi Arabia, sum er tað landið, ið framleiðir mest olju og gass, ætlar at skerja CO2 útlátið niður á null um 40 ár, í 2060. Hetta er sama mál sum Kina og Russland hava kunngjørt men er kortini 10 ár eftir bæði USA og ES, sum siga seg vilja røkka null útláti í 2050.

Tað var Mohammed bin Salman, krúnprinsur í Saudi Arabia, sum á ráðstevnuni Saudi Green Initiative Forum í morgun, kunngjørdi hetta, eina góða viku undan altjóða veðurlagsráðstevnuni COP26  í Skotlandi.

Hetta hendir eftir, at tað varð avdúkað, at Saudi Arabia og fleiri onnur olju- og kolframleiðandi lond, høvdu roynt at fáa veðurlagsnevndina hjá ST at broyta tess niðurstøðu um tørvin á at gevast við nýtsluni av fossilum orkukeldum so sum olju, gass og koli.

Búskapurin hjá Saudi Arabia er í dag heilt bundin at olju- og gassframleiðslu.

Sambært krúnprinsinum skal skerjingin av útlátinum verða framd við hjálp av tí hann nevnir “sirkulerur kolevnisbúskapur.” Hann sigur, at tiltøk í orkusektorinum fara at skerja CO2 útlátið við 278 mió. tonsum um árið innan 2030. Upprunaliga skuldi skerjingin vera uppá 130 mió. tons.

Tíðindi vilja eisini vera við, at Saudi Arabia ætlar at geva sítt íkast til at minka um metanútlátið við 30% innan 2030, og at landið við hesum ynskir at gera sítt til eina reinari og grønari framtíð.

Krúnprinsurin segði í mars í ár, at Saudi Arabia fer at økja um varandi orkuna í landinum, soleiðis at hon í 2030 verður helvtin av orkuframleiðsluni.

Eygleiðarar siga, at landið hevur kortini ikki gjørt greitt ítøkiliga, hvussu tað fer at minka um útlátið og vísa samtíðis á, at nógv lond m.a. USA hava framvegis ikki sagt frá, hvussu og nær tey ætla at fara undir at skerja útlátið. Hetta er m.a. ein av stóru stríðsspurningunum í USA, har Biden forseti hevur ilt við at fáa undirtøku fyri sínum orkupolitikki í Kongressini.

Avgerðin hjá Saudi Arabia kemur dagin eftir, at aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres sagði, at núverandi veðurlagsstøða er at likna við eitt einvegis atgongumerki til eina vanlukku.

Keldur: BBC, Bloomberg og E24



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder