Uttanlands

Semja í IMO: Skipaferðslan klimaneutral í 2050

Sjóvinnufelagsskapurin IMO undir ST er komin ásamt um eina avtalu um, at skipaferðslan skal vera klimaneutral í 2050.

2023-07-09 12:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir óvanliga nógvar fundir hevur tað loksins eydnast teimum 175 limalondunum í IMO at semjast um eitt mál fyri útláti av CO2. Skipaferðslan, sum stendur fyri 3% av samlaða útlátinum í heiminum, skal røkka null útláti í 2050. Tvs. at til hesa tíð skulu øll heimsins skip brúka onnur brennievni enn olju.

Skipaferðslan stendur sum er í dag fyri 90% av flutninginum av øllum vørum millum heimsins lond. Nýggja avtalan er meira ítøkilig enn tað felagsskapurin er vorðin samdur um higartil, nevniliga at gerast klimaneutralur í hesi øldini uttan at siga júst nær.

Hóast londini samdust um málið, so eru tey enn ósamd um, hvussu málið skal røkkast. Tað hevur verið róð framundir at áseta CO2 avgjøld, men enn er ikki komið á mál við hesum. Tosað hevur eisini verið um týdningin, at peningurin frá hesum avgjøldum skal fara til at minka um skaðarnar frá dálking og veðurlagsbroytingum í menningarlondunum.

Danski vinnumálaráðharrin Morten Bødsskov er sera fegin um avtaluna, sum hann sigur vera søguliga. Avtalan er eitt avgerandi stig á leiðini fram móti eini grønari framtíð, har skipaferðslan eisini má geva sítt íkast sigur hann. 

IMO er vorðið samt um at minka um útlátið við 20% í 2030 og við 70% í 2040, tó vilja tey gera eina roynd at røkka ávikavist 30 og 80% hesi tíðarskeiðini. Eisini skulu londini menna og samtykkja bindandi tøkniligt eftirlit í 2025, her eisini ein standard fyri brennievni.

Næsta stigið verður so at kunna áseta avgjøld fyri CO2 útlát, nakað, sum semja enn ikki er um. Viðmerkjarar siga, at málið er gott men spyrja, hvussu londini ætla at røkka málinum. Her kemur spurningurin um avgjøld á CO2 inn í myndina og hevur IMO gjørt av at taka hetta málið upp í 25-27.

Hjá danska reiðararíinum Mærsk eru tey sera fegin um semjuna í IMO. Mærsk er nevniliga eitt av teimum reiðaríunum í heiminum, sum er komið longst, tá talan er um at fremja grøna orkuskiftið í altjóða skipaferðslu. Fleiri av tess nýggjastu konteynaraskipum skulu brúka grønt brennievni. 

[object Object]

Umboð fyri Mærsk sigur við Børsen, at broytta støðan í IMO er eitt sera týðandi signal at senda shippingvinnuni, sum saman við framleiðarum av grønari brennievnum má taka seg um reiggj og vera partur av grøna orkuskiftinum.

Mærsk hevur saman við donsku stjórnini gjørt eitt stórt arbeiði í IMO til tess at sannføra onnur lond og fyritøkur um at taka stig á grønu leiðini, hetta skjótari enn gjørt higartil. Sambært undanfarnu avtaluni í IMO varð málið at minka útlátið niður í helvt í 2050. Nýggja avtalan tekur fulla stigið og sigur, at skipaferðslan skal vera klimaneutral í 2050.

Ein tann størsti spurningurin í øllum málinum er framleiðslan av nýggjum og grønum brennievnum. Fyrr enn komið er longuri og rokkið á mál so ella so við at framleiða nýggj grøn brennievni verður torført at røkka málunum um klimanetutralitet eru eygleiðarar samdir um. Menningin av framtíðar brennievnum framleidd við varandi orku, og sum skulu avloysa oljuna, eru av allarstørsta týdningi fyri skiftið. M.a. hava fyritøkur og umboð fyri sjóferðsluvinnuna heitt á verandi orkufeløg um at ganga undan at menna grønari brennievni.

Hóast tað tekur tíð at røkka hesum málinum, so verður miðjað móti longu í 2030 at kunna blanda saman grøn brennievni so sum metanol saman við fossilum, ið skip brúka í dag. Ein greiður politikkur á hesum øki skal røkkast í 2027. Ì 2030 skal luturin av grønum brennievnum í blandingini av brennievnum á skipum, verða millum 6 og 10% og ikki sum fyrr ásett av ES 6%.

Ein týðandi brikkur í øllum tí grøna puslispælinum verður so leikluturin hjá varandi orkuframleiðandi vinnununum, her ikki minst vindorka á landi og til havs eins og onnur varandi orka so sum sólorka, sjóvarfalsorka, kjarnorka ol. Allar hesar verða altavgerandi fyri framleiðsluna av grønum brennievnum - saman við tí neyðugu tøkniligu menningini. Hóast mál eru sett, so er enn langt á mál.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder