Innanlands

SEV framleiddi metnógvan streym í fjør

Tilsamans 424 GWt vóru framleiddir í 2021. Tað er tað mesta nakrantíð og er 4 prosent hægri enn í 2020

2022-02-04 07:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftirspurningurin eftir elorku øktist í 2021 eins og undanfarin ár, og elframleiðslan hjá SEV var góð 4 prosent hægri enn í 2020. 

Tilsamans 424 GWt vóru framleiddir í 2021, og tað er tað mesta nakrantíð.

Tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum, sum standa fyri økta eftirspurninginum av elorku.

Av samlaðu elframleiðsluni stóðu verkini hjá SEV fyri 97 prosentum, meðan biogassverkið Førka framleiddi 6,8 GWt og vindmyllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna 5,9 GWt.

Í desember 2021 fór elframleiðslan upp um 40 GWt, og hetta er fyrstu ferð, at framleiðslan einstakan mánað fer upp um 40 GWt.

Samlaða grøna elframleiðslan í 2021 kom upp á góðar 161 GWt, sum er 2,5 prosent fleiri enn í 2020. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder