Nú eru aftur boð eftir føroyingum at manna norsk frálandsskip, og áhugin hjá føroyingum fyri hesum tilboði tykist vera stórur skulu vit ganga eftir uppmøtingini á Hotel Tórshavn í vikuni, tá umboð fyri norsku greinina av altjóða frálandsreiðaríinum, Bourbon Offshore, greiddu frá um framtíðar møguleikarnar hjá føroyingum at fáa tjans við teirra skipum.
Åge Bjerkvik vm. saman við starvsfelaga, sum tóku ímóti føroyingum á Hotel Hafnia týsdagin, nú teimum tørvar føroyingar at manna frálandsskip.
Åge Bjerkvik frá Bourbon skrivstovuni í Norra er væl nøgdur við uppmøtingina. Hann skipaði fyri líknandi tiltaki í 2011, tá áhugin eisini var stóru. Hesaferð komu eini 70-80 fólk til tiltakið, sum varð ætlað at kunna um møguleikarnar at fáa størv í norska reiðaríinum. Har vóru føroyingar við nógvum ymsum útbúgvingum og royndum umboðandi so gott sum øll arbeiðini umborð. Møguleiki hevur síðani verið at senda umsóknir til reiðaríið og hava tey higartil móttikið 40 umsóknir. Nú verður so farið at hyggja eftir umsóknunum og vita, hvar tørvur er á fólki.
Til tiltakið nýttu norsku umboðini eisini høvið til at heilsa uppá føroyingar, sum longu hava arbeiði hjá Bourbon, og teir eru ikki so fáir heldur.
Norska felagið er ein partur av heimsumfevnandi fronsku fyritøkuni Bourbon, sum við sínum 500 skipum og 47 skrivstovum ymsa staðni í heiminum telist millum heimsins størstu fyritøkur innan frálandsvirksemi.
Føroyingar eru heldur ikki ókendir hjá Bourbon. Her eins og tað er galdandi fyri mong onnur frálandsreiðarí eru føroyingar nógv umbidnir. Seinastu 20 árini hava føroyingar eisini verið við til at manna Bourbon skip bæði í Norðsjónum og annars á øllum heimsins høvum.
Eftir niðurgongdina í frálandsvinnuni í 2014 hava hvørki Bourbon ella onnur frálandsreiðarí havt tørv á at seta nýggj fólk, tí skipini hava rætt og slætt hava ligið fyri teym vegna manglandi arbeiðsuppgávur.
“Vit síggja nú, at støðan á marknaðinum er við at broyta seg. Og til tess at kunna nøkta nýggja og vaksandi tørvin á marknaðinum vilja vit fegnir fáa tey bestu fólkini til at manna okkara skip, og tískil eru vit komin til Føroya at fáa føroyingar at venda sær til okkara”, segði Åge Bjerkvik frá Bourbon reiðaríinum við Oljuportalin undan tiltakinum. Hann legði aftrat, at sum felag síggja teir longu í dag, at tað kann gerast ein stór avbjóðing at finna vælútbúgvin, roynd og sertifiserað starvsfólk til teirra skip.
Sí heimasíðuna hjá reiðaríinum her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald