Uttanlands

Vænta nýtt skrædl í oljuprísinum

Fullar goymslur fáa oljuprísin til at kava, og skjótt er einki goymslupláss eftir orsakað av korona skrivar Ritzau Finans

Tangaskip full av olju hópa seg upp kring allan heimin.

Tangaskip full av olju hópa seg upp kring allan heimin.

2020-04-28 15:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesar seinastu dagarnar er oljuprísurin framhaldandi lækkaður og hevur eitt skifti verið niðanfyri 20 dollarar. Og nú eru greinarar farnir at gita, at fyltu oljugoymslurnar fara at hava enn eitt prísskædl við sær um nakrar vikur. 

Enn eru eingi tekin til, at fallið í eftirspurninginum fer at steðga. Royndirnar hjá Opec+ at lækka framleiðsluna beinanvegin eftir semjuna um eina lækking uppá 9,5 mió. tunnur um dagin heldur enn at bíða til í mai, tykist heldur ikki at hjálpa stórvegis.

[object Object]Á landi eru oljugoymslurnar við at fyllast

Ístaðin fyri síggja vit kring allan heim tangaskip hópa seg upp uttan fyri stóru oljuhavnirnar. At prísurin á amerikonsku ráoljuni í farnu viku gjørdist negativur, eitt skifti við umleið 40 dollarum fyri tunnuna, hevur eisini ávirkað prísin á Brent oljuni nógv. Í morgun kostaði ein tunna av evropeisku oljuni 19,23 dollarar og var prísurin á amerikonsku WTI oljuni um somu tíð 11,22 dollarar.

Framtíðin sær ikki lovandi út heldur og metir Reuters, at størsta hóttanin nú er, at goymslurnar kring heimin, bæði á landi og til havs, eru um at vera á tremur. Talan er um olju, sum ikki verður brúkt orsakað av koronakreppuni.

Væntandi goymsluorkan fer at vera lyklaorðið komandi tíðina meta oljuíleggjarar og fer tí at vera mest fokus á hana. Vónirnar til at stóru skerjingarnar í framleiðsluni fóru at ávirka oljuprísin hava ikki hildið. Tvørturímóti gerst meira og meira sjónligt, at lækkingin uppá umleið 10 mió. tunnur um dagin er alt ov lítið til at viga upp ímóti teimum 30 mió. tunnunum, sum eftirspurningurin er mettur at minka um dagin. Greinarnar bera ótta fyri, at heldur henda støðan fram, so fer oljuprísurin at lækka enn meira.

Fyri brúkararnar er lági  oljuprísurin kærkomin, nú gerandis húsarhaldið verður bíligari. Her er talan um minni útreiðslur til koyring, upphiting og annað virksemi, sum er knýtt at húsarhaldinum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder