Uttanlands

Veðurlagsbroytingar: Skjótt vendist ikki við

Í dag verður stórur veðurlagsfundur settur í spanska høvuðsstaðnum Madrid við meira enn 50 stjórnarleiðarum

2019-12-02 10:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag verður altjóða veðurlagsfundur settur í spanska høvuðsstaðnum Madrid, nevndur COP25. Á fundinum verða politiskir leiðarar og veðurlagsfólk, sum fara at viðgera veðurlagsstøðuna í heiminum í dag  og hvussu hon fer at útvikla seg komandi árini. Undan fundinum hevur ST aðalskrivarin, Antonia Guterres sagt støðuna í heiminum vera sera álvarsliga ella sum hann tekur til: "the point of no return is no longer over the horizon". Í øðrum forum so sum í felagsskapinum ”Save the Children” verður sagt, at veðurlagsbroytingarnar hava ført til, at milliónir av fólkum í Afrika líða hungur. Meira enn 33 mió. fólk eru rakt av manglandi føði orsakað av ódnum og yvirflóð.

Ráðstevnan COP25 skuldi annars verið hildin í Chile men var flutt til Spania vegna mótmælisgongur og órógv. Umleið 29.000 umboð koma til ráðstevnuna í Madrid.

Undan fundinum í dag hevur ST aðalskrivarin skuldsett politiskar leiðarar kring heimin fyri ikki at taka veðurlagskreppuna í nóg stórum álvara. Komandi 12 mánaðirnar mugu heimsins leiðarar tryggja, at tað verða tikið víðgongd stig til at steðga veðurlagsbroytingunum við at minka um útlátið av veðurlagsgassum, CO2 sigur hann og vísir á 2050 sum árið, tá heimurin skal vera CO2 neutralur.

Nærum øll heimsins lond hava skrivað undir Parísavtaluna. Fundurin í Madrid skal leggja til rættis tiltøk komandi árið og skulu hesi verða avgreidd til komandi fundin í Glasgow, COP26 í november næsta ár, skrivar BBC.

Umleið 50 stjórnarleiðarar verða við á fundinum í Madrid, men amerikanski forsetin verður ikki millum teirra. USA hevur annars gjørt av ikki at taka undir við Parísavtaluni. Kortini verður demokratiski leiðarin í amerikanska umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi við til fundin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder