Uttanlands

Vilja steðga sølu av bensin- og dieselbilum í 2035

Orkumálaráðharrar í ES-londunum eru vorðnir samdir um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035

Spanski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Teresa Ribera og danski ráðharrin í veðurlags- og orkumálum, Dan Jørgensen á fundi í Luksemborg (Mynd: EPA)

Spanski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Teresa Ribera og danski ráðharrin í veðurlags- og orkumálum, Dan Jørgensen á fundi í Luksemborg (Mynd: EPA)

2022-06-29 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orkumálaráðharrar í ES eru nú vorðnir samdir um ein lógarpakka á veðurlagsøkinum, sum m.a. snýr seg um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035.

Hendan semjan kom í lag eftir 16 tímar við samráðingum í Luksemborg. 

Lógarpakkin skal tó fyrst gjøgnum ES-tingið, áðrenn hann kann gerast veruleiki.

Danski orkumálaráðharrin, Dan Jørgensen sigur, sambært Ritzau, at hetta er ein stórur sigur, og er semjan eisini eitt stórt stig á leiðini móti einum Evropa, sum ikki er bundið at Russlandi á gass- og orkuøkinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder