Í greinini í Børsen verður Kina samanborið við Dr. Jekyll og Mr. Hyde. Tvs. at landið um somu tíð er sera grønt og sera svart.
Hóast Kina fleiri ferðir hevur boðað frá, at tað fór at minka um kolaorkuna, so vísa hagtølini nú, sambært Børsen, at ongantíð áður hava so stórar íløgur verið gjørdar í nýggj kolaorkuverk sum nú.
Hetta svarar til tvey nýggj kolaorkuverk um vikuna. Kina er annars tað landið í heiminum, sum brúkar mest kol til at framleiða hita og orku - umleið fimm ferðir so nógv sum USA og uppaftur meira í mun til India. Hesi liggja nr. 2 og 3.
Tá hetta er sagt, so er Kina eisini leiðandi, tá tað kemur til framleiðslu av battaríum til elbilar, sólkyknur, skjóttgangandi tok, sum skulu avloysa flogferðsluna og aðra grøna tøkni.
Fleiri viðmerkjarar, sum halda lítið um øktu kolanýtsluna hjá Kina, siga seg tó hava stóra virðing fyri tí arbeiði, sum landið ger í grøna orkuskiftinum, sum hevur gjørt, at Kina á mongum økjum gongur á odda. So mikið langt á odda, at henda gongdin av mongum eisini verður tikin sum ein hóttan.
Lond í Vesturheiminum bera nevniliga ótta fyri, at kinverska einagongdin innan grøna tøkni, kann koma at raka Vesturheimin, tá og um lond gerast ov bundin at kinverskari grønari tøkni, júst á sama hátt sum Vesturheimin er vorðin bundin at gass og olju úr Russlandi, skrivar blaðið.
Kina fýrfaldaði annars um loyvi, sum vórðu givin til nýggj kolaorkuverk í fjør. Meðan lond í Evropa brúka mánaðir og ár til at geva loyvi til vindorkuverkætlanir, so verða loyvi til kolavorkuverk í Kina givin stutt eftir at søkt er um hesi.
Talið á loyvum til nýggj kolaorkuverk í 2022 var tað hægsta síðani 2015 og seks ferðir hægri enn restin av heiminum tilsamans. Framleiðslan frá kolaorkuverkum er mett at økjast við 25% frá 2021 til 2025. Og hetta hevur stóran vøkstur í útlátinum við sær. Í dag stendur Kina fyri einum fjórðingi av heimsins útláti. Meðan útlátið uppá fólkið í Evropa og USA er minkað síðani 70-ini, heldur tað fram við at vaksa í Kina sambært frágreiðing frá Capital Economics.
Kelda Børsen og Capital Economics
Ein orsøk til at Kina setir ferð á útbyggingina av kolaorkuverkum er tann, at landið vil hava nokk av orku, tá vind- og sólorka svíkja. Hetta er júst eisini ein stórur trupulleiki í heila tikið í tí grøna orkuskiftinum um allan heim. Onnur halda, at endamálið við stóru kolaíløgunum er eitt heilt annað, nevniliga at verja kinverskar íløgur og forða fyri eini útfasan av koli.
Òtti er fyri, at við at troyta kolaorkuverkini til fulnar, so minkar eisini menningin av grønum orkuhættum og harvið fer CO2 útlátið eisini bara at økjast, sigur finski CREA stovnurin í eini greining.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald