Framhaldandi stongsulin av Hormuz sundinum og avgerðin hjá Donald Trump at vísa aftur uppskoti frá Iran um at enda kríggið hevur fingið oljuprísin at fara til himmals. Hann vaks við góðum 7% í dag og er tann hægsti í fýra ár og liggur í løtuni á umleið 120 dollarum.
![]()
Trump varð skjótur at svara uppskoti frá Iran um at fáa eina semju í lag. Hann ætlar sær ikki at steðga stongsulin av iranskum skipum í Hormuz sundinum og av havnum fyrr enn Iran gongur við til at steðga ætlanum at fáa kjarnorkuvápn. Iran sigur tó í sínum seinasta uppskoti, at landið er ikki tilreiðar at taka spurningin um kjarnorkuna upp enn. Ein treyt er eisini, at USA gevst við sínum stongsuli av sundinum.
Altjóða eygleiðarar eru sera óttafullir um støðuna og rokna við, at fer hon at standa við og versna, so fer tað at fáa álvarsligar fylgjur fyri heimsbúskapin. Ein av avleiðingunum kann gerast, at loftvegis flutningur fer at verða meint raktur, tá summarið nærkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald