Uttanlands

Kina útflytur nú fleiri elbilar enn bensinbilar  

Fyri fyrstu ferð útflytur Kina nú fleiri elbilar enn vanligu bensin- og dieselbilarnar

Nýggir bilar klárir til at verða útfluttir úr Kina, her í havnini í Suzhou. Mynd AFP

Nýggir bilar klárir til at verða útfluttir úr Kina, her í havnini í Suzhou. Mynd AFP

2026-05-11 23:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar amerikanski miðilin The Wall Street Journal, sambært E24. Landið útflutti tilsamans nærum 800.000 bilar í apríl. Av teimum vóru umleið 53% bilar undir heitinum “New-energy vehicles”, sum fevnir um elbilar og hybridbilar við løðimøguleikum. Hetta var tvífalt so nógv samanborið við árið frammanundan.

Hetta hendi samtíðis sum sølan av persónbilum í Kina minkaði við umleið 22% í apríl sammett við sama mánað í fjør, til 1,38 mió. bilar. Tesla, sum hevur eina stóra verksmiðju í Shanghai, útflutti umleið 60.000 bilar í apríl umframt umleið 80.000 bilar til kundar í Kina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder