Uttanlands

Orkumál seta kíla í norsku stjórnina

Annar av flokkunum í minnilutastjórnini, Miðflokkurin, SP, hevur gjørt av at taka seg úr stjórnini, tí hann vil ikki góðtaka krøv frá ES um orkumál

2025-01-30 17:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er fyrst og fremst, um Norra skal taka undir við trimum tilmælum/krøvum frá ES, sum øll viðvíkja grøna orkuskiftinum. Meðan Arbeiðaraflokkurin sigur seg vilja góðtaka ES direktivini,  sigur Miðflokkurin, at hann á ongan hátt kann ganga við til tey, tí tey ganga beint ímóti orkupolitikkinum hjá flokkinum og fara á ongan hátt at gagna Norra.  Leiðarin í flokkinum, Vedum sigur, at hann er ímóti at geva meira vald frá sær til ES. 

[object Object]

Vedum sigur, at vánaligu orkuskipaninar í ES tæna ikki Norra og skapa ótrygd og óstøðug streymviðurskifti. Hann heldur, at Norra tørvar eitt orðaskifti um streympolitikkin. 

Direktivini frá ES, sum Norra skal taka støðu til, snúgva seg m.a. um varandi orku og orkusparing. Umboð fyri fakrørsluna, sum standa Arbeiðaraflokkinum nær, siga, at tað hevur stóran týdning, at Norra stendur saman við hinum Norðurlondum, sum eru partur av ES. Eisini hevur slík avtala nógv at siga fyri Norra, um møguleikar skulu vera fyri at víðka um EØS avtaluna, sum Norra  hevur við ES. 

Umboð fyri orkuvinnuna siga, at tað hevur stóran týdning fyri eitt nú havvindorkuframtíðina hjá Norra, at Støre kann halda fram við menningini eisini eftir at krøvini frá ES eru góðtikin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder