Semjan kom í lag eftir at Póland gav grønt ljós til ætlanina. Endamálið við prísloftinum er at gera tað truplari fyri Russland at sleppa sær undan sanktiónum við at selja olju til lond uttan fyri ES.
Prísloftið kemur í gildi frá komandi mánadegi. Samstundis kemur eisini forboð móti at innflyta olju sjóvegis úr Russlandi í gildi í ES.
Eitt prísloft uppá 60 dollarar fer ikki at hava stórvegis ávirkan á dagsins oljuprís sambært greinarum. Røddir eru frammi um, at prísloftið átti at verið sett í gildi longu tá oljuprísurin var 120 dollarar fyrr í ár.
Nú hava eisini G7 londini og Australia, sum í síni tíð tóku stig til eitt prísloft á russiska olju, góðkent semjuna í ES.
Eitt av endamálunum við avtaluni er at forða Russlandi í at forvinna pening til at kunna halda fram við krígnum í Ukraina. Annars verður ikki mett, at prísloftið fer at hava serliga ávirkan.
Russland hevur boðað frá, at tað fer ikki at selja olju til lond, sum taka undir við prísloftinum. ES hevur annars gjørt greitt, at fyritøkur, sum kortini fara at flyta russiska olju sjóvegis kunnu verða rakt av sanktiónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald