Uttanlands

ES góðkennir franskan statsstuðul til havvindmylnuverkætlan

Evropanevndin í ES hevur góðkent, at franski staturin stuðlar verktætlan við orkuframleiðslu frá flótandi havvindmyllum, sum hevur eitt virði uppá 15,6 mia. kr. 

2023-02-15 09:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar Bloomberg News. Henda avgerðin hevur við sær, at Frakland kann økja um varandi orkuna frá havvindorkuprojektum, samtíðis sum hon avmarkar kappingaravlaging í ES sigur kappingarkommiserurin Margrethe Vestager. 

Sambært Evropa-nevndini hevur franska vindorkumenningin við sær búskaparligt virksemi, her serstakliga framleiðslu frá varandi streymframleiðslu frá flótandi havvindorkutøkni. 

Tað hevði ikki  verið gjørligt hjá stigtakarunum til verkætlanina at fullført hana uttan almenna stuðulin. ES sigur, at málið hevur avmarkaða ávirkan á kapping og handil innan ES og er neyðug fyri at fremja framleiðsluna av viðvarandi streymi skrivar Bloomberg News. 

Avgerðin hjá ES nevndini kemur um somu tíð sum danska stjórnin hevur steðgað viðgerðini av fleiri umsóknum til flótandi virkmylnuverkætlanir til havs í Danmark orsakað av óttanunum fyri, at donsku ásetingarnar, um at lata øki til vindorkuframleiðslu ókeypis til umsøkjarar, stríða ímóti ES lóggávu. 

Um somu tíð sum hetta hendir hevur spurningurin um statsstuðul til grønar orkuverkætlanir í ES sum heild verið nógv frammi, nú amerikanska stjórnin hevur gjørt av at stuðla fyritøkum, sum fara undir grønar orkuverkætlanir í USA. Tað hevur fingið ES lond at viðgera spurningin um regulverkið í ES, sum annars ikki vanliga góðtekur statsstuðul til verkætlanir. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder