Innanlands

-Ein avtala við kjøti á

-har Føroyar og Bretland fara undir eitt ítøkiligt samstarv segði Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá avtala varð undirskrivað í Tinganesi.

Avtala undirskrivað um samstarv millum Føroyar og Bretland. Spurningurin um Rosebank oljukelduna eystan fyri Føroyar varð eisini umrøddur.  Myndir Jan Müller

Avtala undirskrivað um samstarv millum Føroyar og Bretland. Spurningurin um Rosebank oljukelduna eystan fyri Føroyar varð eisini umrøddur. Myndir Jan Müller

2026-11-25 17:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinnapartin í dag  undirskrivaðu  Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield, undir samstarvsskjal millum Føroyar og Bretland, eisini nevnt “Partnership Declaration between UK and Faroes.”

Samstarvsskjalið skal virka sum ein felags pallur fyri at menna og styrkja sínámillum samstarvið.

[object Object]

-Hetta er ein avtala, har tað er rímuliga i nógv kjøt á í mun til aðrar avtalur man ger millum lond, har man er rættiliga ítøkiligur um, hvat tað er man vil samstarva um og arbeiða fyri. Um tað broytist nakað í morgin ger tað valla, men bara við tí undanfundinum vit høvdu í dag, hava vit longu nortið við nøkur evni, har tað ber til at gera broytingar innan stutta tíð.

Stóra broytingin er m.a. at vit nú einaferð um árið møtast á ráðharrastøði, og tað fer vónandi at flyta tingini skjótari enn um tað bara er millum embætisfólk, sum tosa saman segði landsstýrismaðurin.

Ein av spurningunum, sum varð umrøddur á tíðindafundinum í Tinganesi snúði seg um umstríddu oljukelduna Rosebank eystan fyri Føroyar. Lesið grein um tað á orkan.fo í morgin. 

[object Object]

Limirnir í Uttanlandsnevndini vóru eisini til steðar undir undirskrivingini eins og føroyska sendikvinnan í London seinastu mongu árini, Kate Sanderson, hvørs hjartamál hevur verið at røkka so langt sum at fáa eina slíka týðandi avtalu í lag. Nú er hon so veruleiki sum eitt úrslitið av góðum og málrættaðum arbeiði hjá embætisfólki og politisku  skipanini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder