Stjórin í norska Rederiforbundet, Harald Solberg, heldur sambært E24, at tað er sera týdningarmikið at fáa karmarnar fyri grøna skiftinum í skipaferðsluni uppá pláss.
Skal Norra røkka sínum veðurlagsmálum, so er neyðugt, at skipaflotin gevst at brúka verandi fossilu brennievni og leggur um til skip uttan CO2 útlát. Hóast hetta brúka flestu nýggju skipini, sum verða bygd framvegis fossil brennievni.
Stjórin í Reiðarafelagnum heldur, at tað kunnu vera tvær orsøkir til hesa skeivu gongdina: Onnur er stóra óvissan um, nær nýggj grønari brennievni so sum vetni og ammoniakk verða tøk í nóg stóran mun. Haraftrat kemur stóra óvissan um prísin. Og avleiðingin av hesum er, at verkætlanir verða útsettar. Ætlanin var m.a. at byggja tvey vetnisrikin farmaskip. Meira enn 30 reiðarí vóru áhugað, men verkætlanin varð kortini slept í fjør.
Sambært Solberg stjóra í Reiðarafelagnum kunnu orkukostnaðirnir til eitt skip uttan CO2 útlát gerast 3-4 ferðir hægri enn fyri eitt skip, sum verður rikið við olju. Tá hava reiðararnir bara eitt alternativ. Soleingi diesel og tungolja eru bíligasta drívmegin og einasta alternativið í dag, tá verður tað eisini við yvirlutan.
Í samrøðu við Aftenposten viðgongur havráðharrin Bjørnar Skjæran, at umskiftið gongur ov seint. Solberg er tó ikki samdur við hansara metingum. Hann heldur tað er tørvandi politiskur vilji, sum er orsøkin. Tað er ikki vinnan ella tøknin, sum situr við loysnini at koma víðari. Tað er tvørturímóti manglandi politiskur vilji, sum steðgar menningini. Hóast góðar meiningar, so hendir ov lítið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald