Hann er als ikki í iva. Stjórin á Effo ásannar, at tað fer at koma eitt skifti frá olju til grøna orku, og tí dylja tey hjá fyritøkuni heldur ikki fyri, at tey í sínum framtíðar ætlanum eisini leggja dent á at skapa umstøður fyri tí grøna, tá skiftið kemur nærri við m.a. metanoli og øðrum grønum brennievnum.
Gunnar Nielsen: -Hetta snýr seg eisini um tøkni. Vit mangla enn infrastrukturin tvs. veitingarketuna til eitt nú nýtsluna av metanoli og líknandi grønum brennievnum. Vit eru enn á einum byrjanarstøði at kunna gera brúk av komandi grønu brennievnunum. Og tá vit kunnu tað meti eg, at Føroyar fara at fáa ein týdningarmiklan leiklut við góðu møguleikunum fyri eitt nú vindorku.
Hetta er eisini nakað tey hjá Effo hava lagt sær í geyma. Føroyar skulu vera partur av einum motorvegi til havs, tá metanol og onnur grøn brennievni av álvara gerast partur av gerandisdegnum. Tá skalt tú fylla tangan oftari, og tí er av týdningi at hava stórar goymslur á landi, soleiðis at skip, sum koma framvið Føroyum, kunnu koma inn á Skálafjørðin at fylla sær tangan til víðari ferðina. So tá tey hava gjørt av at byggja so stórt, er tað tí, at Effo eisini vil vera partur av motorvegnum á sjónum.
Grundarlagið undir nýggju tangunum sæst nú væl í havnalagnum í Søldarfirði.
Vindur eitt sera týðandi tilfeingi
Nú føroyska samfelagið umrøður týdningin við grønari orku heldur Effo stjórin, at tað hevur alstóran týdning, at vit geva okkum fær um, at vit í vindinum eiga eitt tilfeingi í Føroyum, sum kann fáa stóran týdning fyri eitt nú framtíðar framleiðslu av grønum brennievnum.
Effo stjórin fylgir arbeiðinum at byggja nýggja stóra orkugoymslu í Søldarfriði.
-Eg veit væl, at fólk eru ymisk á máli, og onkur sigur, at tað er ikki so vakurt, men inntrivið í náttúruna er ikki so ógvusligt, tí myllurnar kunnu takast niður aftur, tá tær hava tænt fyri seg. Framleiðslan, sum vit síggja frá vindi á landi í Føroyum, er nevniliga tann sama, sum onnur síggja til havs. Somikið kappingarfør eru vit við vindi, og hann heldur fram:
-Tí høvdu vit eisini so ambitiøsar ætlanir við Eysturlund, og eg haldi framvegis, at vit skulu hava fleiri slíklar vindmyllulundir í Føroyum. Og vit mugu fáa nakrar slíkar upp á landi, áðrenn vit fara til havs. Og tá vit eru kappingarfør á vindorkuøkinum kunnu vit fara undir vetnisframleiðslu, sum verður grundarlagið undir nýggju grønu brennievnunum. Hugsa sær til at hava eina vetnisframleiðslu kanska uppi á Glyvrafjalli í tilknýti til Eysturlund. Og síðani at kunnað flutt vetni í tangar niðri við sjóvarmálan og sum tá kundi verið útflutt. Hevur tú vetni,so kanst tú fara yvir til metanol og kanska amoniakk.
Veitingarketan viðbrekin
Gunnar Nielsen vísir á ein veikleika í Føroyum. -Veitingarketan her er sera viðbrekin. Men vit hava tíbetur ongantíð upplivað ta støðuna at skula mangla orku, og eg vóni heldur ikki vit koma til tað. Men skuldu vit verið avskorin fyri innflutningi av orku, tá hevði tað verið ein vanlukka fyri Føroyar.
Stjórin á Effo er heldur ikki bangin fyri at umrøða møguliga olju í føroysku undirgrundini. -Ongantið betur um vit eisini kundu útvunnið olju úr okkara egnu undirgrund.
Tá høvdu vit havt eitt fantastiskt útgangsstøði. Tá høvdu vit sjálvi kunnað avgjørt tempoiið, og hetta hevði entá kunnað verið við til at fíggja grøna orkuskiftið eisini.
![]()
Byggja stórt fyri at vera kappingarfør
Gunnar Nielsen: -Effo vil við hesi stóru íløgu í Søldarfirði bæði framtíðartryggja felagið og ein týðandi part av orkuveitingini til føroyska samfelagið soleiðis, at tað er kappingarført og tí byggja vit stórt. Onkur sigur, at tað er ov stórt, men tað er fyri at gera prísin á oljuni so bíligan og góðan sum møguligt. Og fyri at gera veitingina so trygga sum møguligt og til tess at leggja nakað til tilbúgvingina í samfelagnum, sum er eitt alt ov nógv afturútsiglt øki. Tað hava tey seinastu árini víst okkum.
Íløgan í orkugoymsluna í Søldarfirði er tann størsta íløgan í felagssins søgu - í meira enn 100 ár. Hon fer at vera omanfyri 100 mió. kr. Umframt hesa hevur Effo gjørt eina aðra stóra íløgu í vindmyllulundina á Gellingarkletti. Og nú bíðar triðja stóra og neyðuga uppgávan – vindmyllulundin í Eysturoynni.
-Hesi eru eitt gott tekin um, hvar framtíðin vil hava okkum at fara, men vit mugu eisini hugsa um okkara verandi virksemi, sum er tað, ið skal flyta okkum víðari sum orkuveitara og vera við at fíggja framtíðina. Sí eisini greinina niðanfyri.
https://portal.fo/orkan-178851/skjott-faa-foroyar-egna-goymslu-til-flugvarabensin.grein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald