Tað skelkaði Vesturheimin, tá sabotasja varð framd móti gassrørleiðing í Eystasalti, um somu tíð sum eftirspurningurin eftir gassi var methøgur í Evropa.
Russland minkaði um gassveitingarnar til eitt nú ES sum eitt svar til sanktiónirnar móti Russlandi í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av hendingini í Eystrasalti, men nógv bendir á, at tað er Russland, sum stendur aftanfyri. Hinvegin hevur Putin lagt ábyrgdina á Bretland og USA.
Nú kríggið í Ukraina ikki tykist enda í bræði og Russland ikki hevur megnað at vinna kríggið, bera lond í Vesturheiminum ótta fyri, at Russland fer at gera seg inn á undirstøðukervið í Evropa sum heild. Tvs. olju- og gassútbúnað í t.d. Norðsjónum men haraftrat eisini samskiftiskervið, ið finst á havbotninum.
Týski kanslarin Olaf Scholz og norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre gjørdu á fundi mikudagin greitt, at teir fara at heita á NATO um at hyggja nærri at, hvussu undirsjóvarkervið verður tryggjað móti møguligum russiskum álopum í framtíðini.
Scholz segði, at tey, sum hugsa sær at oyðileggja “krittiskt undirstøðukervi” í Evropa skulu rokna við, at hetta fer at fáa avleiðingar. Her sipaði hann til Russland. Norra hevur, síðani Russland minkaði um gassveitingina til Evropa, økt um sín útflutning av gassi til eitt nú Týskland og tí hevur tað alstóran týdning at tryggja norska gassútflutningin tvs. rørleiðingar og undirstøðukervið annars segði Scholz.
Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO tekur væl ímóti áheitanini frá Týskalndi og Norra og sigur, at NATO vil gera alt tað er ment til at tryggja og verja undirstøðukervið og her bæði orku- og samskiftisleiðingar á havbotninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald