Virksemið fevnir um at taka ímóti, goyma og avskipa oljuúrdráttir, ávikavist diesel, gassolju, bensin og Jet A-1. Umsóknin handlar um at byggja eina nýggja oljugoymslu, m.a. tí verandi oljugoymsla í Søldarfirði er gomul og nærkast endanum á síni livitíð.

Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um:
- Tríggjar tangagarðar við tilsamans 7 tangum:
- Tangagarður 1: 3 x 5.000 m3 (flokkur III: gassolja/diesel)
- Tangagarður 2: 2 x 1.250 m3 (flokkur I: bensin)
- Tangagarður 3: 2 x 1.250 m3 (flokkur II: Jet A-1), men tangagarður bygdur at lúka krøv til løg í flokki I
- Áfyllingarøki til tangabilar í avlæstum øki
- Ventilhús á bryggju til at taka ímóti og avskipa millum tangaskip og goymslu
- Bygningur við verkstaði, goymslu og umsiting
Mest loyvda goymsla á økinum 20.000 m³ (20 mió. litrar) av oljuúrdráttum. Umframt hetta fevnir virksemið eisini um goymslu av smærri nøgdum av oljuúrdráttum (t.d. smyrjiolju, gearolju o.a.) í íløtum í- og uttanfyri goymslubygningin.
Umhvørvisstovan metir, at størsti umhvørvisligi vandin er knýttur at leka ella óhappi, ið kann elva til dálking av sjógvi og jørð. Harumframt eru útlát av VOC (serliga frá bensini) og óljóð frá skipum, pumpum og tangabilum týðandi viðurskifti.
Tí eru settar treytir til m.a. tangagarðar, oljutætt øki, ávaringarskipanir, trygga handfaring, reinsing av spillvatni í oljuskiljara við sjálvvirkandi afturlating, umframt mannagongdir fyri eftirlit, viðlíkahald og tilbúgving.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kæra skal sendast Umhvørvisstovuni innan fýra vikur frá tí degi, tá góðkenningin er almannakunngjørd.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Almenna kunngerðin við kæruvegleiðing sæst her
Kelda: US.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald