Uttanlands

Oljan í Norðsjónum: Trump rósar Norra og finst at Bretlandi

Amerikanski forsetin sigur seg ikki skilja, hví Bretland ikki fer eftir oljuríkidøminum í Norðsjónum

Amerikansk forsetin leggur seg enn einaferð út í kjakið um Norðsjóvaroljuna og heldur, at Bretland hevur nógv at læra av Norra.

Amerikansk forsetin leggur seg enn einaferð út í kjakið um Norðsjóvaroljuna og heldur, at Bretland hevur nógv at læra av Norra.

2026-04-14 22:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Aftur og aftur finst Donald Trump forseti at Bretlandi fyri ikki at vilja troyta stóra oljuríkidømið í Norðsjónum, samtíðis sum Norra forvinnur stórar upphæddir uppá sína Norðsjóvarolju. Hetta endurtekur hann nú um dagarnar og heitir á bretsku stjórnina um at fara eftir Norsjóvaroljuni, nú altjóða orkukreppan er við til at skaða búskapin í Evropa, her ikki minst í Bretlandi. 

-Evropa skíggjar eftir orku, men kortini noktar Bretland fyri at lata upp fyri oljugoymslunum í Norðsjónum, ein av teimum størstu í heiminum sigur Donald Trump.

 -Tað er ein vanlukka, at Bretland, sum eigur so stór virði í Norðsjónum ikki troytir hesi. Forsetin heldur, at Bretland eigur at bora og aftur bora eftir olju og gassi og harvið kunnað nøkta sín egna tørv heldur enn at innflyta olju og gass. 

Bretska oljuvinnan hevur eisini aftur og aftur ávarað stjórnina um avleiðingarnar fyri Bretland, um hon ikki letur uppaftur fyri bæði leiting og framleiðslu. Norskir greinarar siga, at uttan olju og gass í Norðsjónum hevði Evropa verið at líkna við eitt museum, so mikið stóran týdning hava hesi kolvetni havt fyri búskapirnar í londunum kring Norðsjógvin og onnur lond við. 

Í løtuni verður bíðið eftir, at bretska stjórnin skal taka avgerð um at loyva fleiri framleiðslum av olju og gassi í Norðsjónum. Fleiri oljufelag eru tilreiðar at gera stórar íløgur í leiting eftir og framleiðslu av olju og gassi eitt nú eystan fyri Føroyar. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder