
Klokkan tikkar eisini hjá náttúruni segði Aksel V. Johannessen, løgmaður, tá hann umrøddi nátturuna, umhvørvið og orkuna í síni røðu, tá tingið varð sett.
-Vit ovurnýta í løtuni so nógv, at gera vit einki, fara vit í 2050 at brúka tríggjar ferðir so nógv náttúrutilfeingi, sum heimurin kann skapa.
Vit mugu endurnýta og endurvinna sum mest. Nýggja burturkastkunngerðin, sum væntandi kemur um ársskiftið, skal stuðla umleggingini segði løgmaður m.a. í røðu síni á ólavsøku.
Hann vísti á, at eisini tey 25 átøkini í orku- og veðurlagspolitikkinum eru liður í tí. 18 teirra eru longu sett í verk.
Og løgmaður helt fram at umrøða útlátið. -Føroyska útlátið minkaði umleið seks prosent í 2024, samstundis sum vit høvdu lutfalsliga stóran búskaparvøkstur. Men áhaldandi tørvar okkum fleiri tiltøk fyri at tálma útlátinum, so eftirkomararnir fáa besta útgangsstøðið.
Samgongan vil tí seta bindandi langtíðarmál, og veðurlagslógin kemur í heyst.
Løgmaður umrøddi eisini elprísin. -El-prísurin skal vera lágur, tá ið lítið verður brúkt av olju, og hægri, tá ið nógv olja verður brúkt. Saman við SEV arbeiða vit við kappingarførum prísskipanum, so orkukrevjandi vinnur kunnu skifta frá olju til el. Eisini skal tað loysa seg betur at seta sólsellur á tekjuna og nýta sólorku.
Og sjálvandi skulu allir bygningar hjá landinum leggja um frá dálkandi olju. Við árslok hava vit skift til grøna orkuskipan í umleið 35 bygningum.
Aksel Johannessen endaði henda partin av røðuni við orðunum: -Vit mugu eisini verja viðbreknu føroysku náttúruna, tá ið vit innflyta. Nú gera vit kunngerð, so ávísar plantur og lívverur verða bannaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald