Innanlands

Ársfundur í Varandi Vinnu

Á ársfundinum í Varandi Vinnu varð nýtt stýri valt, og samtykt varð at savna netverkini í eitt felags netverk

2026-06-11 19:12 Author image
Jan Müller

Mikudagin 10. juni var ársfundur í netverkinum Varandi Vinna. Við netverkinum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag savnað 33 fyritøkur, sum arbeiða miðvíst við burðardygd og deila royndir fyri at skapa betri karmar fyri føroyskt vinnulív stendur at lesa á heimsíðuni hjá Vinnuhúsinum. 

[object Object]

Seinastu tvey árini hevur netverkið ment seg nógv, og á ársfundinum varð samtykt at leggja Varandi Vinna og Varandi Vinna Innleiðsla saman í eitt felags netverk, so orkan framyvir verður savnað á einum stað.

Netverkið er opið fyri øllum limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og vónin er, at fleiri fyritøkur komandi árini fara at gerast partur av arbeiðnum.

Nýtt stýrið valt
Á ársfundinum varð nýtt stýri valt. Í fráfarna stýrinum sótu Anna Kalsø, Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Ingunn Eiriksdóttir, Jón H. Atlason, Mouritz Mohr, Niels Winther og Ulla Joensen.

Í nývalda stýrinum sita:

  • Gunnar Nielsen, Effo
  • Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging
  • Jenny A. í Heiðunum, Hotel Djurhuus
  • Jón H. Atlason, Hiddenfjord
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • Sunnvard Andreasen, Articon
  • Ulla Joensen, Elektron

Burðardygdarfrágreiðingar skapa framgongd
Eitt av krøvunum til fyritøkur, sum eru limir í Varandi Vinnu, er, at tær árliga gera eina almenna burðardygdarfrágreiðing. Orsøkin til, at Varandi Vinna raðfestir frágreiðingar høgt, er, at tær eru góð amboð hjá fyritøkunum í teirra arbeiði. 

[object Object]

Samstundis eru tær eru við til at økja um tilvitanina um burðardygd og geva íblástur til aðrar fyritøkur, sum ætla sær í gongd.

Av teimum 33 fyritøkunum hava 18 longu gjørt frágreiðing fyri 2025, sjey frágreiðingar fyri 2025 eru á veg, meðan átta fyritøkur fara at gera sína fyrstu frágreiðing fyri 2026. 

[object Object]

ESG-lyklatøl fyri netverkið
Í ársfrágreiðingini eru fleiri felags ESG-lyklatøl lýst. Á umhvørvisøkinum kann til dømis nevnast, at samlaða orkunýtslan hjá limafyritøkunum var 1.575 GWt, meðan samlaða útlátið í vavi 1 og 2 var 428.198 tons CO₂. 

Samlaða burturkastnøgdin var 16.817 tons, har umleið helvtin fór til brenning ella tyrving.

Fyri fyrstu ferð hevur Varandi Vinna eisini gjørt sosial lyklatøl upp í felag. Tølini vísa, at fyritøkurnar í netverkinum hava 6.036 løntakarar, sum svarar til 5.189 ársverk.

Av hesum vóru 4.237 menn og 2.152 kvinnur, sum svarar til eitt miðal kynsbýti á 0,7.

Les ársfrágreiðingina 2025/2026 her


[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald