Tað mundi ikki koma óvart á nakran, tá mongu valúrslitini í Bretlandi, Skotlandi og Wales vórðu kunngjørd, tí spádómarnir og veljarakanningarnar spáddu ein dyggan frammaná til nýggju Labour stjórnina. Flokkurin tapti stórt bæði til kommunalvalini og landsvalini. Vinnarar vóru serstakliga høgravendi flokkurin Reform UK undir leiðslu av Nigel Farage eins og skotski loysingarflokkurin SNP. Eisini Grøni flokkurin eins og Liberali flokkurin stóðu seg væl.
Ein av stóru stríðspurningunum undan valinum hevur verið, hvørja leið og kós Bretland skal taka í orkumálum. Og her hevur framtíðar olju- og gassvinnan staðið ovast á breddanum. Síðani Labour tók við hevur flokkurin ferð eftir ferð sett fót fyri menningini av olju- og gassvinnuni í Norðsjónum við tí úrsliti, at túsundtals arbeiðspláss eru mist eins og Bretland er vorðið uppaftur meira bundið at innfluttari olju og gassi.
![]()
Vinnararnir av valunum, Reform UK og SNP ynskja at fáa veruliga gongd á aftur olju- og gassvinnuna í Norðsjónum tvs. at taka av bannið móti oljuleiting og útbyggingum av nýggjum oljuleiðum. Spurningurin er so, um valúrslitið fer at ávirka støðuna hjá Labour stjórnini. Tað er sjálvandi ilt at meta um nú so stutt eftir valið, men miðlarnir í Bretlandi meta, at stjórnin so ella so verður noydd til at fyrihalda seg til valúrslitið, hóast hon framhaldandi er trygg í parlamentinum í London í mong ár aftrat. Kortini er eingin trygd fyri, at stjórnin fer at lurta eftir olju- og gassvinnuni, nú víðgongdi orkuráharrin heldur fast við sína andstøu móti fossilari orku.
Fyri føroyska veitingarvinnu, sum fylgir væl við gongdini hinumegin markið, har stórar útbyggingar av olju- og gasskeldum standa fyri framman, hevur tað stóran týdning, at bretska stjórnin aftur gevur grønt ljós til útbyggingar. Tí slíkar vilja kunna geva nógv arbeiði til føroyskar fyritøkur, nú olju- og gassleiðirnar liggja so tætt við føroyska markið. Tvs. at teinurin frá orkuleiðunum hinumegin markið til Føroya er væl stytri enn til havnir í Skotlandi og Hetlandi. Og Føroyar hava so eisini tað infrakervið, sum ein offshorevinna hevur tørv á, eitt nú flogvøll við mongum rutusambondum, gistingarhús osfr.
Og verður farið at undir aftur leiting í føroyskum øki fer virksemi hinumegin markið eisini at hava týdning. Júst tí er ein avgerð hjá bretsku stjórnini at loyva útbyggingum í okkara nærumhvørvi av stórum týdningi fyri Føroyar eisini.
Hetta vita vit helst meira um í næstum, tá bretska stjórnin so ella so verður noydd til at taka støðu til bæði boringar og útbyggingar í Norðsjónum.
Hyggja vit so eftir bretskum miðlum, so verður róð framundir, at tapini hjá Labour kunnu hava ávirkan á orkupolitikkin. Eitt nú ynskir Reform UK at hava gongd á “fracking” framleiðsluna, sum er eitt slag av kolvetnisframleiðslu, nakað, sum Labour hevur verið hart ímóti. Flokkurin sær heldur ongar trupulleikar at fara undir at bora og framleiða olju og gass í Norðsjónum.
Vinnarin av valinum í Skotlandi, SNP, vil eisini hava gongd á aftur leiting og framleiðsluna av kolvetnum.
Spurningurin er, hvat Labour fer at gera, nú nógvir veljarar ynskja at latið verður upp fyri olju og gassi í Norðsjónum. Eygleiðarar ivast í, um Labour fer at lurta eftir Reform UK, sum ynskir at taka av ráðunum hjá amerikanska forsetanum um at bora og bora. Hildið verður, at Reform UK á henda hátt tvørturímóti kann vera við til at eggja Labour til at halda aftur við olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.
Trupulleikin hjá Labour er støðan í Skotlandi ella rættari Aberdeen, sum er við at hokna undan mótstøðuni hjá Labour ímóti olju- og gassvirkseminum, ið hevur so stóran týdning fyri Aberdeen og annars alt økið nærhendis. Spurningurin er, um flokkurin skal til at endurskoða sín orkupolitikk, nú orkustøðan í í heiminum er vorðin ein trupulleiki eisini fyri lond sum Bretland, sum í dag er bundið at innfluttari orku.
Nú alsamt fleiri røddir eru frammi í Labour um at sleppa av við Starmer forsætisráðharra er spurningurin, hvussu hetta kann ávirka orkupolitikkin. Tey, sum vilja hava ein nýggjan forsætisráðharra, hoyra til vinstravongin í flokkinum og eru harvið ímóti at stuðla uppundir olju- og gassvinnuna.
Um somu tíð sum alt hetta hendir er eitt risastórt oljuskip ávegis til leiðirnar eystan fyri Føroyar, har tað skal taka ímóti komandi oljuni á Rosebank kelduni. Komandi dagarnir ella vikurnar fara at avdúka, um gongd kemur á oljuvirksemið eystan fyri Føroyar ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald