Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina hevur LNG gass fingið ein alsamt meira týðandi leiklut fyri orkutrygdina í Evropa. Nú vísa metingar, at serliga altjóða eftirspurningurin fer at vaksa eisini eftir 2040 orsakað av búskarpligum vøkstri í Asia og her er tað serstakliga ídnaðurin í Kina, sum fer at eftirspyrja LNG í støðugt størri mun. Hetta upplýsir stórorkufyritøkan Shell í síni seinastu frágreiðing.
Altjóða handilin við LNG var í 2023 404 mió. tons móti 397 mió. tonsum árið fyri. Metingar fyri LNG handilin í 2040 vísa 625 til 685 mió. tons. Væntandi fer Kina at standa fyri stóra eftirspurninginum av LNG, nú ídnaðurin har roynir at minka um CO2 útlátið við at skifta frá koli til gass.
Nú stálframleiðslan í Kina stendur fyri størri útláti enn samlaða útlátið hjá Bretlandi, Týsklandi og Turkalandi tilsamans, hevur LNG fingið ein meira týðandi leiklut í royndunum at koma stóra útlátinum og luftdálkingini bæði altjóða og lokalt tll lívs. Hóast varandi orka fær støðugt størri týdning í nógvum londum t.d. í Asia, so fer LNG gass framhaldandi at fylla nógv í orkuskipanunum.
Neyðugt verður hjá orkukrevjandi londum í Asia at gera stórar íløgur í undirstøðukervið til at kunna taka ímóti LNG úr øðurm pørtum av heiminum.
Kalda: http://www.shell.com/lngoutlook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald