Uttanlands

Amerikanska Senatið samtykkir veðurlags- og orkulóg

Eftir hálvtannað ár eydnaðist tað sunnukvøldið at samtykkja nýggja veðurlags- og orkulóg eins og heilsulóg í amerikanka senatinum. Nú skal málið roynast í Umboðsmannatinginum.

Joe Biden, forseti, fegnast um, at stórur lógarpakki, sum fevnir bæði um veðurlag, orku, skatt og heilsu, loksins er samtyktur í Senatinum.

Joe Biden, forseti, fegnast um, at stórur lógarpakki, sum fevnir bæði um veðurlag, orku, skatt og heilsu, loksins er samtyktur í Senatinum.

2022-08-07 23:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Við 51 atkvøðum fyri og 50 ímóti eydnaðist tað loksins Joe Biden forseta at fáa sítt hjartabarn samtykt í Senatinum. Talan er um ein ein tann størsta lógarpakkan í amerikanskari søgu, sum fevnir bæði um tiltøk á veðurlag- og orkuøkinum men ikki minst á heilsuøkinum. Men samtíðis eisini á skattaøkinum. 

[object Object]

Tað stendur á jøvnum í Senatinum, og tí var atkvøðan hjá varaforsetanum avgerandi. 

Tað var atkvøðan hjá varaforsetanum, Kamila Harris, sum var avgerandi, tá atkvøtt varð um uppskotið, sum hevur verið endavent í Senatinum í umleið hálvtannað ár. Hóast demokratarnir hava meiriluta í Senatinum, tá atkvøðan hjá varaforsetanum verður tald við, og tað verður hon tá tað stendur á jøvnum, so hava tveir av demokratisku senatorunum, Sinema og Manchin, verið ein forðan fyri at samtykkja umfevnandi lógarpakkan. Men til endans, eftir at hava gjørt nógvar broytingar til uppskotið, kundu eisini tey bæði taka undir við pakkanum, ið er ein stórur sigur fyri Joe Biden forseta, sum hevur tørv á undirtøku, nú veljarakanningarnar geva honum botnkarrakter. 

Lógarpakkin er uppá 700 mia. dollarar og fevnir um fleiri av lyftunum, sum Biden gav veljarunum undir valstríðnum, her ikki minst á veðurlagsøkinum. 

Tað var tó ikki fyrr enn, at lógarpakkin varð munandi skerdur, at meiriluti fekst fyri honum. Manchin frá West Virgina vildi hava hann minkaðan. 

[object Object]

Demokratiski leiðarin í Senatinum, Schumer, fegnast um lógina.

Sambært uppskotinum skulu brúkast 370 mia. dollarar til at minka um CO2 útlátið við 40% innan 2030 og skal tað vera lagaligari hjá amerikanarum at skifta til elriknan eins og bygningar skulu gerast meira orkuvinarligir. Eisini eru pengar settir av til at minka um CO2 útlátið frá kolaorkuverkum, nakað, sum Manchin, sum kemur frá einum kolanámsstati, eigur sín lut í. Hóast grøna orkuskiftið fær hægstu raðfesting, so fara tað framhaldandi at verða gjørdar íløgur í fossila orku, soleingi tørvur verður á henni. 

Lógarpakkin tekur eisini sera víðgongd stig á heilsuøkinum. 64 mia. dollarar eru settir av til at hjálpa fólki, sum ikki hava eina heilsutrygging og til at minka um prísirnar á lívsneyðugum heilivági so sum  insulin. 

Útreiðslurnar skulu gjaldast gjøgnum hægri skatt fyri teir ríkastu amerikanarnar  og størstu fyritøkurnar. 

Lógarpakkin skal nú viðgerast í Umboðsmannatinginum fríggjadagin, og har verður mett, at hann verður samtyktur, nú demokratarnir hava meiriluta. 

Republikanarar, sum atkvøddu ímóti lógarpakkanum, siga, at hann fer at økja um inflatiónini. Hinvegin halda demokratar, at hann kann fáa stóran týdning fyri miðvalini í november, tí fólk flest eru væl nøgd við nýggju lógina. 

Keldur: CNN, Washington Post, e24, BBC

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder