5. juni er mentanarnátt í Havn, og hava borgararnir møguleika at byrja mentanarnáttina á Havnarverkinum í Gundadali.
Opið hús verður á Havnarverkinum frá kl. 16.30 til kl. 19.00, so tað er eitt gott stað at byrja, áðrenn tú fert víðari oman í býin. Vit bjóða elútgerð, kórsang og ítriv til børnini sigur SEV frá við fjølbroyttari skrá.
Skrá
Kl. 16.30 - Dyrnar lata upp
Kl. 17.00 – Rundvísing á Koblingarstøðini í Varðagøtu
Kl. 17.15 – Skoyta kaðlar
Kl. 17.30 - Sev kórið syngur
Kl. 18.00 - Morgunkórið syngur
Kl. 18.30 – Skoyta kaðlar
SEV bjóðar eisini pylsur, vatn og sunkist, umframt kaffi og okkurt søtt til góman.
Til børnini
Børnini eru sjálvsagt eisini vælkomin. Hevur tú børn við, kunnu tey hugna sær við m.a. at:
Lita myndir
Gera vindmyllur
Fá tatovering
Popkorn
So tak familjuna við og kom framvið Havnarverkið 5. juni sigur SEV í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald