Fundurin verður á alnótini og kemur í kjalarvørrinum á teimum mongu broytingunum, sum Biden hevur tikið stig til, eftir at hann vann forsetavalið í USA móti táverandi forsetanum Trump. Hesin tók USA úr Parísavtaluni, sum Biden so broytti, tá hann tók við. Tað er í hesum ljósinum vit skulu síggja fundin í dag, har Biden longu hevur boðað frá, at hann fer at koma við nýggjum útspæli um veðurlagspolitikkin, sum helst hevur við sær, at USA fer at seta í verk uppaftur strangari krøv í sambandi við CO2 útlátið.
Fundurin ber heitið: “Leaders Summit on Climate” og verður hann stroymdur til almenningin. Fundurin fer m.a. at viðgera búskaparligu fyrimunirnar við at taka veðurlagsbroytingar í størri álvara.
Fundurin er eisini ein áminning um ta stóru ST veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Glasgow í november, COP26. Millum teir 40 stjórnarleiðararnar, sum eru bodnir við til fundin í dag, er eisini danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen. Hon sigur við Politiken, at tað er ómetaliga týdningarmikið fyri allan veðurlagspolitikkin, at amerikanski forsetin setir seg á odda, tí tað fer at merkja gongdina.
Seinastu seks árini hava verið tey heitastu á jørðini nakrantíð og setir CO2 útlátið met seinasta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald