Filmurin gevur innlit í, hvat verkætlan við CO2 goymslu, sum Jarðfeingi er partur av, snýr seg um, og vísir hvussu brúsuvatn kann gerast til tinnur.
![]()
Við greiðari frásøgn og ítøkiligum dømum lýsir filmurin arbeiðið aftan fyri verkætlanina og gevur eina betri fatan av teimum loysnunum, ið verða mentar fyri at minka um útlát.
Herfyri var verkstova á Jarðfeingi, har luttakarar í verkætlanini DecarbFaroe vitjaðu. Millum føroysku luttakararnar eru umframt Jarðfeingi: Bakkafrost/Førka, SEV og IRF. Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan eru umboðað í ráðgevingarbólkinum.
![]()
Tað var 15. desember 2025, at evropeiska royndarverkætlanin DecarbFaroe legði frá landi. Hon hevur sum endamál at kanna, um tað letur seg gera at brúka føroyska basaltið til trygga og varandi goymsla av CO₂. Eydnast verkætlanin, kann hon gerast vegvísari til, hvussu føroyska basaltið kann gerast ein umráðandi viðspælari til at gera smáar og bíligar CO₂-goymslur og á tann hátt ein týðandi liður í einari globalari loysn.
Filmur sæst á https://jf.fo/fra-brusuvatni-til-tinnur/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald