Innanlands

Andstøðan á tingi vil broyta elveitingarlógina

-Vinnufyritøkur  fara  at  fáa  møguleika  at keypa el fyri lægri elprís á einum sølumarknaði. Lógaruppskotið er ein liður í at útinna skyldur Føroya sambært Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni, sum eisini er kjølfest í samtykta orku-og veðurlagspolitikkinum frá 2022.

Hóast einki verður nevnt í uppskotinum um verkætlanina

Hóast einki verður nevnt í uppskotinum um verkætlanina "Eysturlund" í Eysturoynni, er neyvan nakar ivi um, at júst henda risastóra grøna verkætlanin er ein høvuðsorsøkin til uppskot til broyting

2024-12-11 16:11 Author image
Jan Müller
placeholder

M.a. hetta siga umboðini fyri teir tríggjar andstøðuflokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur og Steffan Klein Olsen, sum hava lagt uppskot fyri tingið um at fremja broytingar í elveitingarlógini. Uppskotið er soljóðandi:

“SEV keypir og selur elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella í smásølu. Sølufeløg skulu hava góðkenning fyri at selja el. Sølufeløg skulu áseta smásøluprísir fyri sølu av el og kunnu áseta prís fyri tænastur knýttar at sølu av el. Sølufeløg kunnu áseta avsláttur fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl.”

Atfinningar á orkuráðstevnu

Elveitingarlógin og serliga seinastu broytingarnar hava annars verið nógv umrøddar í miðlunum og varð m.a. varpað ljós á málið á stóru orkuráðstevnuni í Vágum herfyri. Tá søgdu fólkini aftanfyri stóru útbyggingarætlanina “Eysturlund” í Eysturoynni, at politikarnir við seinastu broytingunum í elveitingarlógini í veruleikanum høvdu sett ein kíla inn í hesa stóru grønu orkuverkætlan og harvið forðaðu fyri grøna orkuskiftinum, sum teir annars sjálvir ynsktu at fremja.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Tær tríggjar greinarnar omanfyri snúgva seg allar um elveitingarlóg og grøna orkuskiftið við atliti til verktætlanina Eysturlund. Tær finnast á orkan.fo


Nýggja uppskotið hjá andstøðuni skilst er ein roynd at fáa løgtingið og landsstýrið at venda hesi gongdini aftur, nú avleiðingarnar ganga beint ímóti royndunum at fremja tað grøna orkuskiftið í verki. Annars hevur nýggja landsstýriskvinnan á økinum víst á, at hon bíðar eftir einum tilmæli í málinum frá einum serfrøðingabólki. Um hesin bólkur fer at koma til eina niðurstøðu, sum líkist nýggja uppskotinum hjá andstøðuni er ilt at meta um í núverandi støðu.

Lýsing av málinum

Uppskotsstillararnir til broytingar í elveitingarlógini royna annars at lýsa málið við hesum viðmerkingum:

 “Ì semjuskjalinum  um  bygnaðin  á  elorkuøkinum,  sum  landsstýrismaðurin  í  orkumálum  og umboð fyri kommunala geiran og SEV skrivaðu undir tann 22. mars 2022 stóð, at ein bólkur við umboðum fyri partarnar skuldi kanna, hvussu ein marknaður í søluliðinum kundi skipast. Hesin bólkurin handaði landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum eitt tilmæli tann 15. desember 2023.

Tá  uppskot  um  at  dagføra  elveitingarlógina  varð  sent  til  hoyringar,  var  elmarknaðurin  í søluliðinum  ein  partur  av  uppskotinum. Í uppskotinum stóð,  at  søla  av  el  skuldi frameftir skipast  sum heilsøla  og  smásøla.  SEV  skuldi  ikki  longur  vera  einaseljari av  el  í  smásølu,  tí onnur sølufeløg kundu við góðkenning bjóða seg fram at selja el og orkutænastur.

Endamálið var  at  breiðka  úrvalið  hjá  elkundum,  so  kundin  kundi  velja  eina  orkuveitingarloysn,  sum hóskaði til teirra tørv. Men hesin parturin var tó ikki við í uppskotinum, tá tað varð lagt fyri Løgtingið í mars 2024. Tá landsstýriskvinnan bleiv spurd, hví hesin parturin varð tikin úr uppskotinum, svaraði hon, at talan var um eina “politiska avkláring”.

Uppskotssetararnir halda tað hava stóran týdning, at marknaðurin í søluliðinum, sum var partur av semjuskjalinum, sum landsstýrið, SEV og Kommunufelagið gjørdu í 2022, verður settur inn í elveitingarlógina.Tí verður hetta uppskotið lagt fram.

Avleiðingar av uppskotinum

Um avleiðingarnar av hesum nýggja lógaruppskotinum siga teir tríggir andstøðuflokkarnir á tingi, at lógaruppskotið  hevur  ikki beinleiðis  fíggjarligar  avleiðingar  fyri  land  og  kommunur og halda fram:

“SEV, sum er eitt lutafelag hjá føroysku kommununum, missir tó nakað av inntøku. Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, tó kann tað elva til eitt vet meira umsiting fyri SEV.Lógaruppskotið  fær  ávísar  avleiðingar  fyri  vinnuna.  Vinnufyritøkur  fara  at  fáa  møguleika  at keypa el fyri lægri elprís á einum sølumarknaði. Lógaruppskotið  hevur  ikki  beinleiðis  avleiðingar  fyri  millumtjóða  sáttmálar  á  økinum. Lógaruppskotið er tó ein liður í at útinna skyldur Føroya sambært Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni, sum eisini er kjølfest í samtykta orku-og veðurlagspolitikkinum frá 2022.

Í serligu viðmerkingunum verður sagt, at tað í ásetingini  verður staðfest,  at  tað  er  SEV,  ið  keypir  og  selur  elorku,  ið  verður  flutt  á elnetinum hjá SEV. Sølan av elorku fer fram í heilsølu ella í smásølu. Eisini verður ásett, at keyp og søla av el kann fremjast av felag, sum framleiðir el ella av øðrum felag, sum hevur til endamáls at keypa og selja el og hartil knýttar tænastur. Ásett verður, at tað ikki longur bert er SEV, sum kann selja el. Sjálvstøðug sølufeløg kunnu frameftir   fáa   góðkenning   at   keypa   el frá SEV í heilsølu og selja víðari í smásølu.

Landsstýrisfólkið fær í kunngerð heimild at áseta góðkenningartreytir til sølufeløg. Sølufelagið skal   vera   skipað   í   partafelag   við   heimstaði   í   Føroyum   og   skal   fylgja   reglunum   í ársroknskaparlógini fyri  uppsetan av roknskapi. Eisini verða ásettar treytir ella reglur um, at sølufyritøkurnar  á  rokningini  til  kundan  skulu  upplýsa,  úr  hvørjari  orkukeldu  elveitingin  er fingin, og harundir hvussu stórt útlátið av vakstrarhúsgassi hevur verið. Hetta kann gerast við støði í CO2-roknaranum, sum Umhvørvisstovan og Burðardygt Vinnulív hava ment í felag, og sum Umhvørvisstovan nú eigur og rekur.

Ein nýggj § 15 i verður sett í løgtingslógina, og tekniska avleiðingin av hesum er, at galdandi § 15 i, sum heimilar landsstýrisfólkinum at áseta reglur, hvørs fremsta endamál er at skipa eina brúkaravernd til elkundar, eftir hetta verður § 15 j í løgtingslógini. Heimildin í galdandi § 15 i er ikki nýtt enn.”




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder