placeholder
Innanlands

Atlantic Petroleum: Seta kós aftur móti føroyska landgrunninum 

Frameftir væntar felagið at fara undir leiting eftir kolvetnum í føroyska økinum. Eitt týðandi stig í hesum arbeiði er at søkja um eitt leitingarloyvi..

2026-09-08 11:45 Author image
Jan Müller
placeholder
Hetta kunnu vit lesa í seinastu frágreiðingini til roknskapin hjá  felagnum fyri fyrra hálvár 2026. Felagið  hevur eykaaðalfund í Havn í dag kl. 15 á Hotel Hafnia. Á fundinum  verður m.a. spurningurin um at tekna nýggjan partapening viðgjørdur. 

Í roknskaparfrágreiðingini verður m.a. víst á, at sum partur av strategisku tillagingini fer felagið framhaldandi at meta um møguleikar innan leiting, farm-in-avtalur og samstarv á føroyska landgrunninum, sum kunnu økja um virðið fyri partaeigararnar. Eitt týðandi stig í hesum arbeiði er at søkja um eitt leitingarloyvi. Og víðari stendur: 

-Eftir eina gjøgnumgongd av teimum møguleikum, sum eru tøkir, hevur felagið avgjørt at endurskoða sítt virksemi og flyta dentin burtur frá Norðsjónum og í staðin móti føroyska landgrunninum.

Føroyski landgrunnurin er eitt øki, har Atlantic Petroleum metir seg hava ein kappingarfyrimun gjøgnum lokalu tilveru sína, økisligu serfrøðina og víðfevnda kunnleikan til jarðfrøðiliga møguleikan í økinum. Meðan Norðsjógvurin framvegis er eitt búgvið kolvetnisøki, metir leiðslan, at framtíðar virðisskapan kann røkkast við at savna tilfeingi og orku um øki, sum eru nærri kjarnuáhugamálum og førleikunum hjá felagnum.

Um fíggjarliga úrslitið hjá Atlantic Petroleum fyri fyrra hálvár 2026 verður víst á, at tað  varð ávirkað av niðurskrivingini av framleiðandi ognini hjá felagnum. Missurin av framleiðsluinntøkunum frá Orlando førdi til minkaðan rakstrarligan gjaldførisstreym.
Eftir niðurskrivingina er bókaða virðið á ognini sett niður í null.

Fremsta raðfestingin hjá Atlantic Petroleum er at fáa skuldaravtaluna upp á pláss, styrkja fíggjarligu støðuna og fremja strategisku satsingina á føroyska landgrunninum. Hóast missurin av inntøkunum frá framleiðandi ognini og avleiðandi niðurskrivingini hava havt munandi ávirkan á stutttíðar fíggjarliga úrslitið hjá felagnum, metir leiðslan, at strategiska umleggingin av virkseminum gevur eina greiðari leið frameftir. Felagið er framvegis staðiliga til reiðar at eyðmerkja og fylgja upp á møguleikar, sum kunnu skapa burðardygt langtíðarvirði fyri partaeigararnar.

Nevndin og leiðslan eru framvegis sannførd um, at Atlantic Petroleum, tá umskipanararbeiðið er liðugt, verður betur fyri at fylgja endurskoðaðu strategiini og taka lut í framtíðar menningini av kolvetnismøguleikum á føroyska landgrunninum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder