Uttanlands

Guterres ST aðalskrivari: Sannleikans løta á COP31

Heimsins leiðarar mugu taka veðurlagsstøðuna í heiminum í nógv størri álvara sigur Antonio Guterres.

2026-11-10 17:28 Author image
Jan Müller

Tað var ein sera avgjørdur aðalskrivari í ST, Antonio Guterres, sum mánadagin helt  eina av setanarrøðunum á COP31 veðurlagsráðstevnuni í Turkalandi.  Hann heitti á heimsins leiðarar um at taka støðuna í heiminum í nógv størri  álvara enn higartil og vera við til at basa veðurlagskreppuna eftir eitt ár við ógvusligum veðurlagshendingum. Her vísti hann m.a. til omanlopini í Nepal, sum tóku lívið av 1300 fólkum. 

Antonio Guterres kom við áheitanini, meðan túsundtals luttakarar savnaðust í stóra framsýningarhølinum í turkiska miðalhavsbýnum Antalya til árligu veðurlagsráðstevnuna hjá ST. Tað eru Turkaland og Avstralia, sum standa fyri ráðstevnuni hesaferð.

Toppfundurin verður hildin eftir eitt ár við ógvusligum hitabylgjum í Evropa, stórum skógareldum í Indonesia og oyðileggjandi vatnflóðum í Nepal. Eitt serliga kraftmikið El Niño-veðurfyribrigdi hevur gjørt veðurlagskaosið enn størri.

"Vit eru farin inn í eina nýggja tíð við ógvusligum veðurlagi,“ segði Guterres og  heitti á heimsins leiðarar um at taka støðuna í nógv størri álvara við at minka um útlátið, skunda undir eina rættvísa umlegging frá fossilum brennievnum og tryggja ta fígging og verju, sum viðbreknu londini hava tørv á.

[object Object] 

Guterres, sum fer frá sum aðalskrivari í ST um stutta tíð, hevur verið sera atfinningarsamur øll árini móti londum og fyritøkum, sum hava staðið á odda fyri framleiðslu av fossilum brennievnum. Hann vísir á, at talan er um ein sannleikans tíma, nú COP31 skal viðgera støðuna hjá gongustórnini. “Vit kunnu ikki bíða longur at taka neyðugu stigini til at minka um og steðga útlátinum, sum er orsøkin til veðurlagsbroytingarnar. 

Ein av stóru yvirskriftunum í byrjanini at ráðstevnuni er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing frá ST. Hon sigur, at tað er ikki longur møguligt  at røkka málinum frá veðurlagsfundinum í París um 1,5 stig í hitavøkstri hesa øldina. Nú vísa nýggjastu tølini, at vøksturin fer kanska at liggja um 2,7 stig. Enn ein niðurstøða í ST frágreiðingini er, at 2026 fer at gerast heitasta árið nakrantíð í søguni. 

[object Object]

Sambært veðurlagsavtalunum hjá ST hava tey ríkaru menningarlondini, sum søguliga hava staðið fyri størsta partinum av útlátinum av vakstrarhúsgassum, veitt fíggjarligan stuðul til at hjálpa fátæku londunum londunum at laga seg til veðurlagsbroytingar og leggja um til reinari orkukeldur.

Men fátæku londini siga, at upphæddirnar framvegis ikki eru nóg stórar til, at tey megna hesa stóru uppgávuna. Nógvar atfinningar eru ímóti menningarlondunum, at tey ikki liva upp til ábyrgdina at veita fígging til fátæku londini. Á COP30 í Brasil í fjør varð gjørd samtykd um, hvussu menningarlond skulu veita  fígging  til tilafturskomna heimin. 

Afrikonsk lond royna at  fáa samráðingar um eina trífalding av fíggingini  við á dagsskránna fyri COP31 ráðstevnuna, hóast hetta ikki hevur verið partur av skránni sum sjálvstøðugt mál. 

Ein høgtstandandi embætismaður í ES ávaraði í síðstu viku um, at eingin "politiskur vilji“ fór at vera til at lova eyka fígging á COP31.

Eygleiðarar siga annars longu, at fá stór gjøgnumbrot verða væntað á COP31, meðan londini stríðast við ein skelkandi høgan oljuprís og geopolitiskari ósemju, sum stavar frá  krígnum hjá USA móti Iran og krígnum millum Russland og Ukraina. Støðan er sera torfør ikki minst vegna kríggj og kreppur, sum leggja trýst á veðurlagsstøðuna. 

Meðan samráðingarfólkini stríðast  um málini í Antalya, legði veðurfrøðiligi stovnurin hjá ST fram eina frágreiðing, sum vísir, at 2026 hevur hildið fram við eini røð av óvanliga høgum hitastigum á jørðini, bráðnandi ísi og vaksandi havstøðu.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder