Um somu tíð sum Joe Biden, forseti nú um dagarnar undirskrivaði størsta lógarpakkan í amerikanskari søgu viðvíkjandi orku og verðurlagsbroytingum, viðmælti hann eisini nýggj leitiloyvi eftir olju og gassi í Meksikanska Flógvanum. Hetta skrivar Fox News. Harvið tryggjaði hann leiting eftir og framleiðslu av olju og gassi í mong ár fram.
Hetta er partur av avtaluni, “Inflation Reduction Act”, sum er gjørd í Kongressini, og hevur hesin parturin av avtaluni til endamál at økja um framleiðsluna av olju og gassi í økjum á landi og á á sjónum, sum verða umsitin av stjórnini í Washington. Endamálið er at kunna minka um orkuprísirnar sum frálíðir. Hetta hendir um somu tíð sum loyvi fara at verða latin til grønar orkuloysnir á landi.
At fáa hesi leitiloyvini við í avtaluna varð eitt av krøvunum frá einstøkum demokratum, sum halda, at grøna orkuskiftið og olju- og gassframleiðsla eiga at fylgjast at.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald