Eftir togan aftur og fram í longri tíð hevur tað loksins eydnast demokratiska flokkinum við Joe Biden forseta á odda at samtykkja ein umfevnandi lógarpakka, sum m.a. raðfestir orku- og veðurlagsmál og heilsu- og skattamál.
Lógarpakkin uppá 430 mia. dollarar varð fyrst samtyktur í báðum kømurunum í Kongressini fyri til endans at verða undirskrivaður í Hvítu Húsunum av Joe Biden forseta.
Hóast upprunaligi lógarpakkin var munandi størri, so verður kortini mett, at hesin fer at hava stóra ávirkan á amerikanska samfelagið, eitt nú á heilsuøkinum, har tað m.a. verður torførari hjá heiligvágsfyritøkum at áseta høgar prísir. Tiltøk á heilsuøkinum fara eisini at koma teimum ringast støddu væl við. Ásettur verður eisini ein minimums skattur fyri methøgan vinning.
Á orku- og veðurlagsøkinum verða gjørdar íløgur uppá 370 mia. dollarar í tiltøk, sum skulu vera við til at minka um CO2 útlátið við 40% í 2030. Hetta er størsta tiltakið nakrantíð í reina orku og til tess at steðga veðurlagsbroytingum og fer tað av álvara at seta varandi og burðadygga orku á dagsskránna. USA vil við hesum partinum av lógarpakkanum vísa heimsins londum, at tað vil liva upp til sína ábyrgd at ganga á odda fyri eini grønari verð.
Undir hátíðarløtuni í Hvítu Húsunum í gjár takkaði Joe Biden demokratiska senatorinum frá West Virginia, Joe Manchion fyri at hava stuðlað lógarpakkanum. Upprunaliga var hann ímóti einum væl størri lógarpakka og hótti við heilt at steðga hesi fyri demokratiska flokkin og Joe Biden forseta so týðandi lógina.
Fyri at fáa meiriluta fyri lógini varð neyðugt at gera broytingar í eitt nú spurninginum um fossila orku, sum í størri mun verður partur av framtíðar orkumiksinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald