Uttanlands

Bílig grøn framleiðsla í Kina ein avbjóðing fyri Evropa

Royndirnar hjá stjórnum og fyritøkum í Evropa at menna egna grøna framleiðslu fáa harða kapping úr Kina, sum er ført fyri at framleiða bíligar grønar vørur, ið kann nøkta allan altjóða eftirspurningin

2024-03-12 14:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Grøna orkuskiftið hevur av álvara skundað undir nýggjar framleiðslur til at nøkta eftirspurningin. Evropeisk lond vilja vera partur av hesi ídnaðarmenningini, men fáa sera harða kapping frá Kina, sum í stóran mun letur almennan stuðul til  framleiðsluna av eitt nú vindmyllum og sólkyknum. Hetta kemur illa fyri í nógvum londum í Evropa eitt nú ES, har almennur stuðul til ídnaðarfyritøkur ikki er loyvdur ella í hvussu er sera avmarkaður.

Og nú USA eisini er farið at veita lagalig lán til útbygging av grønu orkuframleiðsluni ynskja politikarar og vinnulívsfólk í Evropa, at teirra stjórnir eisini stuðla vinnununi í at fremja grøna orkuskiftið.

Støðan í løtuni er tann, at bíligari kinverskar vindmyllur og sólpanel eru við at floyma inn til Evropa, sum stendur fyri sera stórum útbyggingum av grønari orku.

So mikið stór er framleiðslan av bíligum sólpanelum, vindmyllum og battaríum, at hon er vorðin størri enn eftirspurningurin. Hetta er sjálvandi gott nýtt fyri grøna orkuskiftið, men gevur stjórnum í Vesturheiminum høvuðbrýggj, tí tær ynskja helst, at teirra egni ídnaður framleiðir vørurnar til heimamarknaðin.

Hetta skrivar Recharge News, sum vísir til Bloomberg Kanning, ið vísir, at framleiðsluorkan í Kina av solkyknumodulum og battaríkyknum næstu tvey árini fer at vera umleið tvífalt so stór sum altjóða eftirspurningurin. Lægri prísir kunnu so eisini vera við til at seta eyka ferð á grøna orkuskiftið.

Men ein heimur, har ov mikið er til at bíligari og slóðbrótandi tøkni framleidd í Kina, kann gera tað torført at framleiða hesar vørur aðrastaðni enn í Kina. Hetta hendir so samtíðis sum lond sum USA, India og partar av ES eisini royna at stuðla fyritøkum, sum framleiða grønt.

Við lógini “Inflation Reduction Act” hevur USA broytt umstøðurnar fyri at byggja út eitt lokalt veitingarkervi. Sama er ES við at gera við ymsum skipanum og India við at leggja stór avgjøld á innfluttar vørur.

Keldur: Søfart, Recharge News og Bloomberg

   

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder