Innanlands

Bjóða íleggjarum at menna sjóhitan

Á býráðsfundi mikudagin samtykti Klaksvíkar býráð at fara undir at kann møguleikan fyri, at sjóhitaskipanin hjá Klaksvíkar kommunu kann leggjast í eitt felag, og harvið eisini fáa aðrar íleggjarar. Endamálið er at tryggja at menningin og víðkanin av skipanini heldur fram

2023-06-23 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kommunan hevur síðan 2014 gjørt íløgur í grøna orkuskiftið í miðbýnum, har rørleiðingar eru lagdar og eitt pumpuhús er bygt. Í dag eru sjey bygningar knýttir í skipanina, og liggja leiðingar klárar hjá fleiri brúkarum at knýta í skipanina.

Oddmar á Lakjuni, formaður í Teknisku nevnd, hevur saman við Karl Johansen, borgarstjóra, tikið stig at kanna hendan møguleikan, við tí fyri eyga, at skipanin kann vaksa og mennast enn meira, soleiðis at flest møguligt fáa ágóðan av skipanini.

- Hetta arbeiðið stuðlar eisini undir ætlanini at skapa eina burðardygga kommunu, sum vónandi hevur áhuga hjá øðrum íleggjarum. Enn er trupult at siga, hvør niðurstøðan av hesum arbeiði verður, men vit vóna og vænta, at saman við øðrum kunnu vit nemliga menna skipanina skjótari og taka enn størri fet á grønu leiðini, enn tað sum kommunan megnar einsamøll, sigur Oddmar á Lakjuni.

Nú verður ein arbeiðsbólkur settur, sum skal arbeiða víðari við málinum og síðani koma við einum tilmæli til politisku skipanina.

Klaksvíkar kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder