Uttanlands

BP ger seg tilreiðar til enn eina nýggja oljuframleiðslu nær Føroyum

Ein av heimsins oljurisum, bretska BP, er farið undir seinastu fyrireikingarnar til enn eina oljuframleiðslu á Atlantsmótinum

Clair Ridge oljuleiðin eystan fyri Føroyar verður tikin í nýtslu um nakrar mánaðir. Mynd BP

Clair Ridge oljuleiðin eystan fyri Føroyar verður tikin í nýtslu um nakrar mánaðir. Mynd BP

2018-07-19 16:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein av heimsins oljurisum, bretska BP, er farið undir seinastu fyrireikingarnar til  enn eina oljuframleiðslu á Atlantsmótinum, te. miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Talan er um næstu útbyggingina av risastóru oljukelduni Clair, sum verður mett at goyma meira enn 10 mia. tunnur av olju. Ariel Flores, stjóri hjá BP, sigur, at ”Clair Ridge” útbyggingin verður tikin í brúk í seinasta ársfjórðingi í ár kanska longu um 2-3 mánaðir. Útbyggingin kostar umleið 40 mia. kr.. Hon var góðkend í 2011 og verður mett, at Clair Ridge goymir 600 mió. tunnur av olju. Dagsframleiðslan verður 120.000 tunnur av olju.

Clair oljukeldan var longu funnin í 1977. Tað skuldu tó ganga nærum 30 ár, áðrenn fyrsti partur av kelduni varð útbygdur til framleiðslu. Nú næsti parturin er um at vera klárur, verður longu hugt at møguleikanum fyri enn eini útbygging. Henda verða nevnd Clair South.Uppaftur fleiri útbyggingar eru eisini á tekniborðinum. 

Stóru íløgurnar BP ger á Clairkelduni eru prógv um, at Atlantsmótið er høgt í metum hjá hesum eina av heimsins størstu oljufeløgum. Í 31. útbjóðingini á bretska landgrunninum fekk BP eisini tillutað fleiri nýggj leitiloyvi, sum øll liggja rundan um Clair.

Herfyri økti BP um sín eigaraskap í Clair við at keypa 16,5% frá ConocoPhillips. Hetta vísir, hvussu stóran týdning BP leggur í framtíðina í hesum økinum sigur Ariel Flores, stjóri. Hóast tað hava verið avbjóðingar í arbeiðinum seinasta vetur, so gongur alt eftir ætlan. Útbyggingin verður gjørd við tí mest nútímans tøknini, ” state-of-the-art technology ”, sum finst og sum verður roynd á Clair Ridge pallunum fyri fyrstu ferð. Talan er um tveir framleiðslupallar, ið verða knýttir saman við eini brúgv.

BP er framvegis lokomotivið í økinum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Felagið er fyristøðufelag á Foinaven oljukelduni, sum liggur longur syðri og er eisini stórur eigari av Schiehallion (nú Quad 204 oljukelduni eisini har suðuri á Atlantsmótinum. Felagið leggur í løtuni til rættis eina nýggja útbygging har suðuri millum Schiehallion og føroyska markið, nevnd Alligin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder