Uttanlands

BP selur sítt høvuðssæti í London

Koronasóttin og lági oljuprísurin tvinga nú eitt av heimsins størstu oljufeløgum, tí bretska BP, at seta sítt høvuðssæti í London til sølu.

Høvuðssæti hjá BP er virðismett til 2 mia. kr.

Høvuðssæti hjá BP er virðismett til 2 mia. kr.

2020-11-06 15:41 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Hóast felagið megnaði at fáa fitt yvirskot aftur í triðja ársfjórðingi í ár og harvið venda skeivu gongdini, so hava korona og oljuprísurin framvegis stóra ávirkan á felagið, sum eitt skifti var eitt av høvuðsfeløgunum í føroysku oljuleitingini.

Úrslitið hjá felagnum er framvegis langt aftanfyri tað um somu tíð í fjør.

Søluvirðið á stásiliga og søguliga bygninginum í St James´s Square, har 500 fólk starvast, er umleið 2 mia. kr. Nýggi stjórin í felagnum, Bernard Looney, sum tók við í februar, hevur sett sær sum mál, at felagið í 2050 skal hava 0 útlát. Til tess at røkka hesum er felagið farið at gera íløgur í varandi orku umframt at umleggja og broyta vanliga olju- og gassvirksemið.

Ein partur av hesi broyting er at reka oljupallar til havs við orku frá vindmyllum. Henda gongdin fer ma. at hava við sær, at oljupallarnir hjá BP millum Hetland og Føroyar í framtíðini fara at verða riknir við streymi heldur enn við gassi frá egnari framleiðslu. Harvið ber til at minka munandi um CO2 útlátið. 

Fyrr í ár gjørdi leiðslan í felagnum av at siga upp túsundatals starvsfólkum fyri at spara útreiðslur, nú inntøkurnar kavaðu vegna korona og lækkandi eftirspurning. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder