Uttanlands

Brasilia selur oljuleitiloyvi undan Cop30

Brasilska stjórnin fyrireikar at selja loyvi til leiting eftir olju og gassi fáar mánaðir undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í landinum

2025-06-16 12:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendir samtíðis sum umhvørvisfelagsskapir og upprunafólkið í landinum mótmæla og vísa á skaðiligu ávirkanina tað kann fáa fyri veðurlag og náttúru.

Almenna fyrisitingin, sum umsitur oljuleiting, ANP, fer at luta út 172 leititeigar, sum fevna um eitt øki uppá 146.000 ferkilometrar, eitt øki, sum er tvífalt so stórt sum  Skotlandi.  Hetta skrivar The Guardian.

[object Object]Meginparturin av olju- og gassvinnuni í Brasilia fer fram til havs. Mótstøðan móti framtíðar leiting og framleiðslu snýr seg um virksemi á landi. 

Útbjóðingin, sum mótstøðufólk kalla “doomsday auction” fevnir m.a. um 47 teigar í Amazonas, í einum viðkvomum øki við stóru Amazonánni, har oljufeløg vænta at finna stórar nøgdir av olju og gassi og sum verður umrøtt sum nýggja framtíðar oljumótið.

[object Object]

Útbjóðingin hevur stóran týdning fyri ætlanina hjá Brasilia at gera heimsins fjórðstørsti oljuframleiðari, eitt mál, sum verður stuðlað av landsins forseta Lula da Silva. Hann sigur, at vinningurin frá oljuni fer at skapa búskaparliga menning og fíggja grøna orkuskiftið.

[object Object]

Nógvir ymsir bólkar í landinum, teirra millum eisini umhvørvisfelagsskapir, almenna dómsvaldið og eisini felagsskapurin av oljuarbeiðarum vilja hava stjórnina at taka aftur ætlaðu útbjóðingina vísandi til frágreiðingar og kanningar, sum vísa, at nýggja oljuvirksemið á landi fer at taka rættin frá upprunafólkinum og skunda undir útlátið og harvið at ganga ímóti brasilianska veðurlagspolitikkinum. Altjóða orkustovnurin sigur, at nýggj oljuleiting og framleiðsla stríðir ímóti altjóða royndunum at binda seg til at røkka null útláti í 2050.

[object Object]

Almenna oljufelagið í Brasilia, Petrobras, sum stendur fyri stórum parti búskapinum í landinum, hevur nú í fleiri ár roynt at fáa eitt umhvørvisloyvi til at bora í umrødda økinum í Amazonas uttan úrslit. Eisini Lula forseti hevur roynt at leggja trýst á almenna umhvørvisstovnin Ibama, at geva eitt slíkt loyvi.

Olju- og gassvinnan hevur sera stóran týdning fyri brasilska búskapin og stendur fyri  12% av búskapinum. Nú oljuprísurin er nógv lækkaður í mun til undanfarin ár hevur stjórnin ilt við at fáa endarnar at røkka saman, tí roknað er við einum oljuprísi omanfyr 80 dollarum fyri at fáa fíggjarlógina av javnviga. Í løtuni er hann 75 dollarar men hevur ligið rundan um 60 dollarar í eina tíð, undan krígginum í Miðeystri. Brasilia telist millum heimsins fólkaríkastu lond við meira enn 200 mió. íbúgvum. 

[object Object]

Altjóða verðurlagsráðstevnan verður hildin í Belem í Brasilia frá 10. til 21. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder