Uttanlands

Bretska stjórnin vil rudda slóð fyri oljuvirksemi

Tað skal gerast lættari hjá olju- og gassfeløgum at kunna fara undir nýtt virksemi í Norðsjónum

Longu í 2026 fara vit helst at síggja hetta stóra framleiðsluskipið við markið.

Longu í 2026 fara vit helst at síggja hetta stóra framleiðsluskipið við markið.

2025-06-23 11:06 Author image
Jan Müller

Eftir at ein dómstólur í fjør steðgaði nýggjum olju- og gassvirksemi til fyritøkur hava endurskoðað síni umhvørvismál, hevur bretska Labour stjórnin nú tikið stig til nýggjar reglur, sum fara at gera tað lættari hjá oljufeløgum at søkja um nýggj umhvørvisloyvi og harvið at halda fram við sínum virksemi, tá talan er um loyvi, ið longu eru latin.

[object Object]Ymsu stigini í Rosebank útbyggingini við markið. 

Hetta eru góð tíðindi fyri risastóru verkætlanina Rosebank nær við føroyska markið. Hon sleppur eftir øllum at døma at halda fram ótarnað, tó at Equinor, sum stendur fyri útbyggingini, skal lúka ymsar nýggjar treytir. Sama er galdandi fyri stóru gassleiðina hjá Shell í Norðsjónum, Jackdaw.

[object Object]

Týdning fyri fleiri olju- og gassleiðir

Bæði Equinor og Shell fegnast um avgerðina hjá stjórnini, tó at feløgini skulu senda inn nýggjar umhvørvisumsóknir. Hesar skulu umframt at greina útlátið frá framleiðsluni sjálvari eisini fevna um útlát frá nýtsluni av kolvetnum. Hetta fer at seta nýggj og størri krøv til oljufeløgini. Tað eru hesi, sum stjórnin við nýggju umhvørvisreglum vil lætta um, soleiðis at tær mongu stóru íløgurnar í framtíðar olju- og gassvirksemi kunnu gerast veruleiki. Hetta fyri at tryggja bretsku orkutrygdina. Bretska stjórnin hevur eftir øllum at døma lurta eftir vinnuni, sum aftur og aftur hevur víst á týdningin við framhaldandi kolvetnisvirksemi á bretska landgrunninum heldur enn at skula vera bundin at innfluttari orku. 

Avgerðin hjá stjórnini kann so eisini fáa jaligar avleiðingar fyri nógvar aðrar verkætlanir, sum eru í umbúnað. Tvs. útbyggingar av bæði olju- og gassleiðum. Hesar hava verið í bíðistøðu eftir rættarúrskurðin í fjør.

[object Object]Broytta støðan hjá bretsku stjórnini til nýtt olju- og gassvirksemi kann hava við sær, at ikki færri enn tríggjar stórar orkukeldur, sum allar liggja eystan fyri Føroyar, verða útbygdar. Tær eru Rosebank, Cambo og Clair. 

Sambært bretskum orkumiðlum, sum nærum allir hava avgerðina hjá stjórnini á forsíðunum, kann hetta eisini fáa stóran týdning fyri hina stóru oljukelduna við føroyska markið, Cambo. Har er fyristøðufelagið Ithaca longu farið undir at finna partnarar til tess at kunna fara undir eina útbygging. Hetta verður so enn ein risastór orkuútbygging við føroyska markið, sum kann fáa týdning bæði fyri leiting og veiting her.

BP undir stóra útbygging 

Uppaftur ein stór útbygging er Clair oljuleiðin hjá BP, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Har hevur BP ætlanir um triðju stóru útbyggingina og hevur felagið bara bíðað eftir seinasta útspælinum frá bretsku myndugleikunum. Hetta kann tí eisini rudda slóð fyri Clair South, sum triðja Clair útbyggingin nevnist.

Gongst sum bretska oljuvinnan ynskir og ætlar, so er sostatt sannlíkt, at tríggjar stórar oljuleiðir eystan fyri Føroyar gerast veruleiki komandi árini, nevniliga Rosebank, Cambo og Clair.

Hesar útbyggingar fara so eisini at geva møguleika fyri at útbyggja aðrar smærri olju- og gassleiðir í sama umhvørvi. Tær verða tá bundnar í tær stóru oljukeldurnar. Millum hesar eru tvær tær kendastu Tornado og Suilven, ið eisini liggja tætt við markið.

Gongur sum bretska orkuvinnan vil tað, so fer økið millum Hetland og Føroyar at gerast ein framtíðar miðdepil fyri olju- og gassvirksemi, sum fer at vera mest týðandi veitarin av olju og gassi til Bretland.

[object Object]

Tað er lagnunnar speisemi, at bretski orkuráðharrin, sum annars hevur ynskt olju og gass, har piparið grør, nú má veita oljuvinnuni eina hjálpandi hond. Hetta hendir eftir, at stjórnin hevur avgjørt at seta stórar upphæddir av til kjarnorku og goymslu av CO2 eins og menning av havvindorku. Tvs. framtíðin er bæði grøn og svørt. Tað eru serstakliga forsætisráðharrin og fíggjarráðharrin, ið hava sett Miliband uppá pláss. 

[object Object]


Framleiða sjálvi heldur enn at innflyta

Stjórin í stóra meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK, David Whitehouse sigur í eini viðmerking til avgerðina hjá stjórnini, at hon er eitt týðandi stig til tess at kunna troyta tær stóru olju- og gassgoymslur, sum enn liggja í Norðsjónum. Hann leggur dent á, at tað hevur alstóran týdning fyri Bretland at kunna framleiða og troyta egna olju og gass heldur enn at skula innflyta hesi úr londum, har krøvini til útlát eru nógv lægri. Haraftrat skapar hetta arbeiðspláss í Bretlandi.

[object Object]David Whitehouse, stjóri í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK sær stórar møguleikar fyri olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og ikki minst í økinum eystan fyri Føroyar. Hann verður tilsteðar, tá Barbara Thorsteinsson frá Jarðfeingi fer at umrøða framtíðar leiting við Føroyar og tvørtur um markið. 

Føroyar við á orkuráðstevnu

Framtíðin í Norðsjónum er eisini evnið á stórari ráðstevnu í Aberdeen komandi týsdag, har umleið 400 umboð fyri bretsku orkuvinnuna møtast á ársfundinum hjá OEUK at viðgera framtíðina í Norðsjónum og her eisini framtíðina eystan fyri Føroyar.

[object Object]

Í hesum sambandi fer Barbara Thorsteinsson, jarðfrøðingur á Jarðfeingi at hava eina av framløgunum, sum hon nevnir: “Exploration Opportunities Beyond the Border.”

Saman við henni verður eisini stjórin á Jarðfeingi Niels Christian Nolsøe við á ársfundinum, har umboð verða fyri orkufeløg, vinnuna og myndugleikar. Úr Føroyum verður so eisini stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk, Jan Müller. FOÍB er atlimur í bretska meginfelagnum.  

[object Object]Føroyar væl umboðaðar á seinastu stóru orkuráðstevnuni "BEOS" í London fyrr í ár. Umframt teir tríggjar jarðfrøðingarnar frá Jarðfeingi, Barbaru Thorsteinsson, Óluvu Eidesgaard og  Janu Ólavsdóttir, her eisini  føroyski sendiharrin í London, Kate Sanderson og Jan Müller, stjóri í FOÍB. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald