Støðan hjá mongum húsarhaldum í Bretlandi vegna høgu orkuprísirnar er við at gerast rættiliga álvarssom og verður nú roknað við, at bretska stjórnin fer at seta í verk ein eyka skatt á orkufeløg, sum seinastu tíðina hava havt methøg yvirskot orsakað av høgu orkuprísunum. Her er fyrst og fremst talan um olju- og gassfeløg men eisini feløg, sum eru eigarar av eitt nú streymveitandi vindmylnulundum.
Hóast stjórnin hjá Boris Johnson fleiri ferðir hevur sagt seg vera ímóti at seta í verk eyka skatt á orkufeløg, so bendir tað nú á, at stjórnin fer at geva eftir fyri trýstinum frá bæði andstøðuni og almenninginum.
Sunak fíggjarmálaráðharri fer at hava røðu í parlamentinum kl. 11.30, har hann eftir øllum at døma fer at kunngera at áleggja orkufeløgum eyka skatt.
Orkuprísirnir halda fram við at hækka og líkt er til, at gongdin ikki fer at venda í bræði. Tað ger støðuna hjá mongum av húsarhaldunum í Bretlandi, sum brúka gass, torføra, og í oktober fer hon at gerast enn verri. Stjórnin hevur higartil verið varin við at lata beinleiðis stuðul til húsarhald orsakað av óttanum fyri vaksandi inflatión og hóttafalli í búskapinum, men nú tað eftir øllum at døma fer at sansa at hjá milliónum av húsarhaldum, eru líkt til, at stjórnin fer at seta í verk ein eyka skatt á orkufeløg. Hetta sjálvt um stór mótstøða er frá bæði politikarum og vinnuni.
Um somu tíð roynir felagið hjá bretska orkuídnaðinum eins og orkufeløg sum heild at varskógva stjórnina um avleiðingarnar av eini avgerð at áseta eyka skatt, tí hann kann taka grundarlagið undan langtíðar íløgum í framtíðar orkuvirksemi. Hetta er galdandi bæði fyri vanlig olju- og gassfeløg eins og fyri onnur feløg, sum ganga á odda fyri at gera grøna orkuskiftið til veruleika. Fleiri ráðharrar í stjórnini hava ávarað um, at ein eyka skattur á orkufeløg - um somu tíð sum heitt verður á hesi feløg um at gera íløgur í orku, sum kann stuðla undir lækkan av CO2 útlátinum - kann hava við sær, at somu feløg fara at aftra seg fyri at gera íløgur í framtíðar orkuvirksemi í Norðsjónum sum heild.
Samanumtikið er støðan rættiliga torfør hjá stjórnini, tí hon vil fegin stuðla húsarhaldum, sum eru hart rakt av høgu orkuprísunum, um somu tíð, sum hon vil hava orkufeløgini at gera fleiri íløgur í orkuvirksemi, sum kann gera Bretland minni heft at útlandinum eins og hon miðjar móti grønum orkuskifti og null útláti.
Greinarar vilja vera við, at ein nýggjur eyka skattur á orkufeløg kann seta kíla í ætlaninar at gera Bretland meira grønt á orkuøkinum umframt at vera við til skunda undir enn hægri orkuprísir vegna vaksandi eftirspurninginum eftir orku her serliga olju og gassi. Nú bendir so okkurt á, at framtíðar íløgur verða undantiknar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald