Tað eydnaðist ikki Argentina at steðga oljuleiting nærhendis Falklandsoyggjunum. Altjóða dómstólur umsitin av ST vísti aftur kravi frá argentinska stjórnini um at steðga Sea Lion-verkætlanini nærhendis Falklandsoyggjunum. Grundgevingin var, at ein óloyst ósemja framvegis er um yvirvaldsrættin yvir Falklandsoyggjunum, sum eru eitt bretskt hjáland. Bretland hevur ferð eftir ferð víst hesum kravi aftur. Tað endaði við kríggi í 1982, sum Bretland vann.
![]()
Forsetin í altjóða havrættardómstólinum segði, at dómstólurin ikki var tann rætti at taka støðu til spurningar um yvirvaldsrætt. Avgerðin varð staðfest við atkvøðugreiðslu, har 18 atkvøddu fyri og trý ímóti.
Eftir avgerðina segði argentinski forsetin, Javier Milei, at avgerðin er ikki seinasta orðið og staðfesti enn einaferð, at Falklandsoyggjarnar eru argentinskar.
Ellie Reeves, ríkisadvokatur fyri Ongland og Wales, sum fyrr í hesum mánaðinum legði fram løgfrøðiligu grundgevingar Bretlands í Hamburg, segði við BBC, at avgerðin var sera týdningarmikil og ein greiður sigur fyri bretsku stjórnina.
Hetta hendir um somu tíð, sum bretska stjórnin hevur lagt fram uppskot at banna nýggjari oljuleiting í Norðsjónum. Eygleiðarar spyrja nú, hvussu tað ber til, at Bretland gongur ímóti oljuleiting í Norðsjónum, um somu tíð sum tað gongur inn fyri oljuvirksemi í Suðuratlantshavi. Stjórnin brúkar veðurlagsbroytingar sum grundarlag fyri at banna oljuleiting í Norðsjónum. Eru veðurlagsbroytingar ikki tær somu við Falklandsoyggjarnar verður spurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald