2024-10-14 16:51
Umhvørvisstovan kunnar á síni heimasíðu um, at endurgjaldsstigin fyri hitapumpuskipanir broytist. Frá 1. januar 2025 verður 75% av meirvirðisgjaldinum endurgoldið, tá íløga verður gjørd í hitapumpuskipan.
Havast skal í huga at:
- Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, skal arbeiðið verða gjørt og goldið tað árið.
- Verður arbeiðið gjørt yvir eitt ársskifti, er tað seinna endurgjaldstigið, ið verður galdandi.
Endurgjald verður bert latið av mvg fyri íløgur í nýstovnaða hitapumpuskipan. Nýstovnað hitapumpuskipan merkir, at hitapumpuskipan ikki er í húsinum frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald