Uttanlands

Tangaskip sokkið út fyri Ibiza

Skipið Med Emre, sum sigldi undir maltesiskum flaggi, hevði umleið 7.000 tons av diesel í lastini.

Manningin á tangaskipinum varð flutt á Can Misses-sjúkrahúsið í Ibiza (Mynd: Jaime Reina/AFP/Ritzau Scanpix)

Manningin á tangaskipinum varð flutt á Can Misses-sjúkrahúsið í Ibiza (Mynd: Jaime Reina/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-26 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt tangaskip, sum verður mett at hava umleið 7.000 tons av diesel í lastini, sakk í morgun út fyri sponsku oynna Ibiza.

Manningin, sum taldi 17 fólk, er bjargað úr sjónum. Ein av manningini hevur latið lív, eftir at viðkomandi varð fluttur á sjúkrahús í Ibiza, meðan seks onnur hava fingið smærri skaðar.

Fimm onnur eru flutt til Valencia, og støða teirra er ógreið, meðan hini fimm ikki hava fingið nakran skaða, skrivar Ritzau.

Talan er um tangaskipið Med Emre, sum sigldi undir maltesiskum flaggi. Skipið var ávegis frá Algeciras í sunnara parti av Spania til Barcelona.

Spanska sjóbjargingartænastan, Salvamento Marítimo hevur sent skipið Clara Campoamor, sum verður brúkt í sambandi við oljulekar, umframt eitt flogfar at kanna økið.

Spanskir myndugleikar hava sett í verk tilbúgvingarætlanina fyri havdálking. Talan er um næsthægsta tilbúgvingarstøði í Spania.

Hvør orsøkin var til vanlukkuna er ógreitt. Spanskir myndugleikar arbeiða nú við at savna upplýsingar um vanlukkuna, harav møguligar avleiðingar í mun til dálking, áðrenn avgerð verður tikin um fleiri tiltøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder