Ein av nógv umrøddu spurningununm í grøna orkukjakinum hevur verið og er at leggja avgjald á CO2 útlát til tess at steðga upphitingini av veðurlagnum. Hetta málið hevur verður raðfest nógv í Danmark, men higartil hevur tað mest verið talan um orð og ætlanir og ikki gerðir. Nú er støðan so vend til stóra gleði fyri øll tey, sum vóna, at meira ferð kann setast á grøna orkuskiftið við ítøkiligum úrslitum.
Semja er gjørd millum flestu flokkarnar í danska Fólkatinginum um at seta í gildi avgjald á CO2 útlát í fyrsta lagi frá ídnaðinum. Hetta skal koma í gildi í 2025. Talan er um eina søguliga avtalu, sum skal tryggja, at útlátið í 2030 verður minkað við 70%. Ì semjuni fáa fyritøkur so sum Ålborg Portland, sum hava eitt sera stórt útlát, tó serligar rabatavtalur, sum gera, at tær koma at rinda minni, nú tær hava so stóran týdning fyri búskapin og ikki megna skiftið yvir so stutta tíð. Vinnan hevur hevur sum heild tikið væl ímóti semjuni, tó at smærri fyritøkurnar, sum skulu rinda fulla skattin uppá 750 kr. fyri hvørt tons av CO2, finnast at, at tær fyritøkurnar við størstu útlátunum, skulu rinda 125 kr. minni fyri hvørt tonsið.
Ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Einheitslistin, finst harðliga at avtaluni, nú fyritøkur, sum hava stórt útlát, fáa lagaligar avtalur. Tí hevur flokkurin ikki viljað samtykt avtaluna. Kortini hevur hann fingið síni fingramerki á avtaluna. Umframt henda, sambært Mette Fredriksen, forsætisráðharra, slóðbrótandi skattareformin, so verður eisini stovnaður grunnur við 53 mia. kr. til at menna grøna orkuskiftið. Eitt nú skulu pengar til at menna fangan og goymslu av CO2, sum tó enn er ein tøkni, sum enn ikki er komin heilt á mál. Eisini skulu fyritøkur, sum hava ilt við at flyta seg til grøna skiftið, fáa stuðul til umskiftið.
Stóri spenningurin er nú, hvørja avtalu tað ber til at gera fyri landbúnaðin, sum sambært serfrøðingum er kanska tann størsti CO2 syndarin. Eitt uppskot frá eini serfrøðinganevnd kemur á borðið í heyst.
Umframt skattaavgjaldið á CO2 so varð nú um dagarnar eisini gjørd avtala um, a Danmark skal minka um gassnýtsluna og seinni heilt gevast av brúka gass. Frá 2035 skulu øll olju- og gassfýr verða skift út við fjarhita og hitapumpur og biogass.
Endamálið við øllum semjunum, sum nú eru ein veruleiki í Danmark, er at skunda undir grøna orkuskiftið eins og sleppa undan at vera bundin at russiskum gassi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald