Uttanlands

Danmark bundið at russiskum gassi

Nú Tyra gassfeltið í Norðsjónum verður útbygt og harvið stongt er Danmark bundið at russiskum gassi úr Týskalandi í góð tvey ár

2020-04-20 13:37 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Danmark og danir hava ongantíð verið so bundnir at russiskum gassi sum í dag. Hetta hendir hóast stóra mótstøðu millum danskar politikarar móti innflutninginum av gassi úr Russlandi.

Um somu tíð sum ES roynir at minka um innflutningin av gassi úr Russlandi fyri at vera minni bundin at Russlandi,  so er støðan í Danmark tann júst øvugta. Higartil hevur Tyra-keldan í Norðsjónum framleitt meginpartin av gasstørvinum hjá dønum, men nú keldan verður útbygd, verður danski tørvurin á gassi nøktaður av innfluttum gassi úr Russlandi, umvegis Týskaland.

[object Object]

Týskland er ein av heimsins størstu innflytarum  av gassi úr Russlandi. Í løtuni verður seinasta hond løgd á nýggju gassleiðingina úr Russlandi til Evropa, nevniliga Nordstream 2, sum skal veita gass til fleiri lond í Evropa, teirra millum eisini Danmark. Ein av teimum donsku politikarunum, sum heldur støðuna vera sera álvarssama, er Michael Aastrup Jensen, uttanríkispolitiskur framsøgumaður hjá Vinstra flokkinum. Hann heldur, at Danmark verður alt ov bundið av Russlandi, nú tað økir um innflutningin av russiskum gassi.

Sambært Energy Watch er óvist, hvussu nógv av gassinum, sum danir brúka, kemur úr Russlandi. Gassið kemur nevniliga umvegis Týskaland, sum ikki upplýsir, hvaðani gassið stavar frá. Tað er tó ein sannroynd, at eitt skifti kom 40% av gassinum, sum Týskland innflytir, úr Russlandi.

[object Object]

Staðfestingin av hvussu tungt russiskt gass vigar í donsku gassnýtsluni kemur um somu tíð sum danskir politikarar hava verið rættiliga krittiskir og ivasamir um nýggju gassleiðingina, Nordstream 2, ið fer framvið Danmark og víðari til Týskalands.

Ein meiriluti í danska Fólaktinginum er ímóti at keypa gass úr Russlandi vegna trygdar- og uttanríkispolitisk atlit. Eftir øllum at døma kemur tað mongum dønum  illa við nú at fáa kunnleika til, at stórur partur av innflutta gassinum úr Týskalandi, í veruleikanum er russiskt gass. Danskir politikarar bera ótta fyri, at Russland ein dag í framtíðini skal misbrúka tað trumfkortið, sum  gassið, sum kemur úr Ruslandi, geopolitiskt, í eini møguligari kreppu.

Flemming Splidsboel Hansen frá "Dansk Institut for Internationale Studier (DIIS),” sigur sambært Energy Watch, at tað er ein mótsøgn í tí, at øðrumegin eru danir sera krittiskir mótvegis Russlandi og eru partur av sanktiónum fyri um somu tíð hinumegin at gera seg bundnar at russiskum gassi. Tað kann koma hartil, at Russland fer at brúka sína støðu til politiskt at leggja trýst á Danmark í ymiskum málum.

[object Object]

Orsøkin til støðuna Danmark er komið í er tann, at Tyra gasskeldan er latin aftur, meðan hon verður útbygd. Tað merkir, at Danmark má fáa gassið frá øðrum, og tí verður tað innflutt úr Týskalandi og mett verður, at her er talan um gass, sum stavar frá Russlandi. Tyra letur uppaftur í juli 2022. Týskaland keypir í dag stórar nøgdir av gassi úr Russlandi, Norra og Hálandi. Hetta kemur ístaðin fyri kol og kjarnorku. Umframt Týskaland keypa nógv lond í Evropa gass úr Russlandi, og tað er eisini orsøkin til, at Russland umframt Nordstream 1 rørleiðingina, nú leggur seinastu hond á enn eina Nordstream (2) gassleiðing, sum skal vera við til at nøkta stóra framtíðar eftirspurningin eftir gassi, nú mong lond hava valt at brúka gass heldur enn kol og kjarnorku.

 

Keldur: Energinet, Nordsøfonden, Energy Watch

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder