Avgerðin, sum verður nevnd “Grøn trepartsaftale”, fer at seta grøn krøv til alla landbrúks- og matvøruvinnuna. Hon kemur frá 2030 at skula rinda eitt ávíst gjald fyri útlát frá neytum og grísum. Hetta verður gjørt bæði fyri at fremja grøna skiftið tvs. minka um útlátið av CO2 og fyri at verja náttúru, firðir og vøtn, sum verða dálkað av landbúnaðinum.
Avgerðin merkir, at bóndur skulu til at rinda umleið 600.000 kr. í avgjaldi frá 2030, og sum fer at hækka aftur í 2035. Frammanundan hevur danska stjórnin gjørt av at leggja stór landbrúksøki av til náttúru burturav. Tvs. at stór øki, sum annars skuldu brúkast til landbrúk, nú verða órørd náttúra. Landbúnaðarvinnan verður nú noydd til at leggja stór øki, sum annars skuldu brúkast til matvøruframleiðslu, av til fría náttúru. Ein týðandi orsøk til, at farið verður eftir landbúnaðinum er stóra dálkingin, sum fer fram á eitt nú firðinum, har hon drepur alt livandi. Tað ræður um at koma køvievni, sum stavar frá landbúnaðinum, til lívs.
Danska avgerðin hevur fingið umrøðu nógva staðni í heiminum og hava fleiri av teimum stóru dagbløðunum ruddað forsíðurnar og skriva um donsku avgerðina um CO2 avgjald á landbúnaðin, sum er nakað heilt nýtt í grøna skiftinum.
Danski veðurlagsráðharrin hevur á veðurlagsráðstevnuni í Azerbajan kunnað um spildurnýggju avtaluna. Hann sigur, at heimurin má til at hugsa um annað enn varandi orku fyri at minka um útlátið. Her hevur eitt nú landbúnaðurin, sum stendur fyri einum triðingi av útlátinum, avgerandi týdning og hevur hann eisini eggjað ES til at taka undir við danska stiginum. Hann vísir á, at um ikki ES tekur stig til eina líknandi avtalu at leggja avgjald á landbúnaðin, fer ES ikki at røkka sínum grønu málum.
Sí niðanfyri avtaluna um “Grønt Danmark”:
https://legacy.altinget.dk/misc/aftale-om-et-groent-danmark.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald