Skipið er júst umvælt í Miðeystri og slapp út úr Persaraflógvanum í seinastu løtu, áðrenn Hormuz-sundið varð stongt. Síðani hevur tað siglt leiðina suður um Afrika og víðari til Noregs, har seinasta hond er løgd á umvælingar- og nýgerðararbeiðið, áðrenn skipið eftir ætlan skal standa fyri nýggju oljuframleiðsluni nærhendis Føroyum.
Væntandi byrjar framleiðslan seint í 2026. Oljan verður goymd umborð og fer víðari við tangaskipum, meðan gassið verður flutt gjøgnum rørleiðing til Hetlands. Undir siglingini var roynt at forða skipinum at sigla norður um Afrika. Tað eydnaðist tó ikki.
Tað er nýggja orkufelagið ADURA, sum stendur fyri kelduni og skal reka skipið. Felagið er ein samanlegging av ognunum hjá Equinor og Shell í bretska partinum av Norðsjónum. Hetta kann gerast byrjanin til eina heilt nýggja tíð fyri bretska olju- og gassvinnu í einum lutvíst nýggjum landsluti millum Hetland og Føroyar.
Enn er tó óvissa knýtt at allari verkætlanini, nú ein dómstólur í fjør tók avgerð um, at fyristøðufelagið má søkja av nýggjum um nýggja umhvørvisgóðkenning, áðrenn tað kann fara undir framleiðslu.
Tað vóru umhvørvisfeløg, sum fóru í rættin við oljufelagnum fyri at steðga útbyggingii heilt. Grundgevingin í dómsúrskurðinum sigur, at Adura eisini má taka við í sína umsókn útlát frá sjálvari nýtsluni av oljuni og ikki einans frá framleiðsluni.
Síðani hevur felagið latið inn nýggja umsókn og bíðar nú eftir endaligu góðkennigini frá bretskum myndugleikum. Rætturin vísti annars á í sínum úrskurði, at Adura kundi halda fram við útbyggingini av Rosebank men ikki fara undir sjálva framleiðsluna fyrr enn nýggja umsóknin er góðkend.
Øll oljuvinnan í Bretlandi bíðar í spenningini eftir avgerðini hjá myndugleikunum, tí hon fær ávirkan á allar framtíðar útbyggingar av olju- og gassleiðum á bretska landgrunninum. Bretska stjórnin við tí sera avgjørda og grøna orkuráðharranum, Ed Miliband raðfestir varandi orku heldur enn olju og gass og hevur longu bannað nýggjari oljuleiting. So er spurningurin, um bannað eisini skal fevna um útbyggingar av verandi oljukeldum. Tað fáa vit helst at vita í næstum.
Kortini heldur Adura fram við útbyggingini nær við markið, og stóra framleiðsluskipið er helst eitt prógv um, at fyristøðufelagið væntar, at myndugleikarnir geva grønt ljós til framhaldandi útbygging. Í næstum fer eisini ein boripallur at bora 7 brunnar á kelduni.
Onnur feløg, sum eisini ætla at byggja út keldur eitt nú eystan fyri Føroyar, síggja Rosebank sum ein spurning um lív ella deyð fyri alla vinnuna. Úrslitið av valunum í Bretlandi nú um dagarnar vísa týðuliga, at veljarin ynskir, at Bretland skal troyta stóra olju- og gassríkidømið í Norðsjónum á sama hátt sum bæði Norra og Danmark gera.
Ikki færri enn fýra sleipibátar hála skipið úr Bergen á leiðirnar við Føroyar. Teir eru Normand Prosper, Normand Sapphire, Skandi Minder og Skandi Saltfjord. Á framleiðslustaðnum skulu serútgjørd skip binda Petrojarl Rosebank í 12 risastór akker. Dýpið er 1200 metrar og er keldan 15 kilometrar eystan fyri markið.
Skipið varð bygt í 2014 og hevði tá navnið Petrojarl Knarr og stóð fyri framleiðsluni á Knarr leiðini í Norra í fleiri ár. Tað er felagið Altera, sum eigur skipið og langtíðarleigar tað til Adura, sum hevur sæti í Aberdeen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald