Uttanlands

Danmark samtykkir nýggja veðurlagslóg

Stuðulsflokkar hjá minnilutastjórnini hótta við at taka sín stuðul aftur, um stjórnin ikki tekur fleiri ítøkilig stig á grønu leiðini

Oljuvinnan eigur í dag lívið í Esbjerg. Myndugeikarnir bera ótta fyri avleiðingunum fyri býin, um stjórnin fer at steðga framtíðar oljuleiting.

Oljuvinnan eigur í dag lívið í Esbjerg. Myndugeikarnir bera ótta fyri avleiðingunum fyri býin, um stjórnin fer at steðga framtíðar oljuleiting.

2020-06-19 10:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Í gjár samtykti ein stórur meiriluti í danska Fólkatinginum eitt uppskot til nýggja veðurlagslóg.

Lógin skal vera karmur um tiltøk at minka um CO2 útlátið komandi árini og gera Danmark grønari. Við hesi lógini skal Danmark vera klimaneutralt í 2050. Tað skal minka um útlátið við 70% í 2030.

Nú er tað so uppgávan hjá donsku stjórnini at seta tiltøk í verk fyri at fylla út karmarnar í nýggju lógini. Stjórnin, við veður- og umhvørvisráðharranum Dan Jørgensen á odda, skal nú vísa í verki, at hon veruliga stendur aftanfyri víttfevnandi  broytingar á nógvum økjum.

Stuðulsflokkarnir hjá stjórnini við teimum Radikalu á odda hava funnist at stjórnini fyri útseta avgerðir um broytingar í veðurlagspolitikkinum. Eitt av málunum, sum stuðulsflokkarnir vilja hava stjórnina at fremja, er spurningurin um framtiðar oljuleiting. Kravið er at sleppa ætlanini við nýggju  8. útbjóðingini til oljuleiting í Norðsjónum.

Formaðurin í Radikala flokkinum hevur hótt við at taka sín stuðul aftur til stjórnina, um hon ikki kemur við nøkrum meira ítøkiligum í seinasta lagi eftir summarfrítíðina.

Stjórnin sigur, at hon longu hevur lagt fleiri ítøkilig uppskot fram um broytingar, sum skulu gera Danmark meira grønt, og at stjórnin í løtuni kannar allar avleiðingarnar av at stegða eini nýggjari útbóðing til oljuleiting.

Meiningarnar um oljuframtíðina eru ymiskar í danska samfelagnum. Herfyri kunngjørdi Klimaráðið, sum danska stjórnin hevur sett, eina frágreiðing, har tað mælir frá at geva nýggj loyvi til oljuleiting, tí tað fer at skaða umdømið hjá Danmark sum undangonguland á grøna økinum.

Hinvegin hava umboð fyri vinnulívið, her m.a. felagið hjá donsku oljuvinnuni og myndugleikarnir í danska oljuhøvuðsstaðnum Esbjerg víst á tann stóra týdningin, sum oljuvinnan hevur fyri samfelagið, fyri bæði arbeiðspláss og statskassan.

Víst verður á, at gevst Danmark við sínum oljuvirksemi, so verða tað bara onnur lond, sum fara at økja um sítt. Eisini vísa tey á, at Danmark telist millum tey londini í heiminum, sum framleiða reinastu oljuna við minst skaða uppá umhvørvið.

Nú verður tað so upp til stjórnina at meta um, hvat skal henda á m.a. hesum økinum. Stjórnin ætlar ikki at taka eina avgerð fyrr enn hon hevur fingið allar upplýsingar á borðið tvs. hvørjar búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar ein avgerð um at steðga framtíðar oljuleiting fer at fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder