Tað er ikki bara í Føroyum, at orka og politiskur vilji verður lagdur í framtíðar olju- og gassvinnu. Hinumegin Atlantshav, í kanadiska landspartinum New Foundlandi og Labrador, har føroyignar eru væl kendir, verður oljuvinna enn einaferð raðfest á ovastu rók.
Stjórnin í hesun landspartinum hevur nevniliga avgjørt at brúka nærum eina mia. kr. at stuðla uppundir oljuvinnuna í eitt trý ára skeið.
Pengarnir, sum fara í ein "Offshore Exploration Fund" skulu brúkast til at geva íblástur til útlendskar íløgur í vinnuna. Eisini skulu teir gagna heimligu veitingarvinnuni. M.a. til at byggja eina flótandi turrdok umframt at stuðla uppundir gassframleiðsluútbúnaði.
Kanada er eitt av fremstu olju- og gassframleiðarunum í heiminum og stjórnin leggur nógva orku í at varðveita og menna vinnuna. Ì landslutinum New Foundlandi og Labrador koma 20% av inntøkunum frá olju- og gassvinnuni. Equinor stendur fyri at útbyggja eina risastóra oljuleið, Bay du Nord út fyri eysturstrondina á Kanada. Herfyri keypti Shell upp eitt av teimum stóru orkufeløgunum í Kanada.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald