Uttanlands

Danmark undir aftur stóra gassframleiðslu

Tyra gassleiðin í danska partinum av Norðsjónum er nú farin undir aftur framleiðslu eftir ein steðg í drúgva tíð.

2024-03-22 11:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Henda týðandi gassleiðin er vorðin nútímansgjørd og útbygd til at kunna framleiða stórar nøgdir av gassi. Tað er franski orkurisin TotalEnergies, sum stendur fyri framleiðsluni saman við BlueNord og Nordsøfonden. Total eigur 43,2% av gassleiðini, BlueNord 36,8% og Nordsøfonden 20%.

Tað var í 2019, at framleiðslan varð steðgað til tess at nútímansgera og byggja út hesa gomlu gassleiðina. Endurútbyggingin av Tyra er tann størsta verkætlanin nakrantíð, sum er gjørd á danska landgrunninum og fevnir um einki minni enn átta nýggjar pallar. Tað serstaka við hesi útbygging er, at 98,5% av gomlu pallunum og útgerðini eru endurnýtt.

Roknað verður við at Tyra fer at framleiða stórar nøgdir av gassi til evropeiska marknaðin gjøgnum tvær rørleiðingar.

Við útbyggingini er Tyra heimsins tøkniliga mest framkomna gassleið. Framleiðslan fer at vera munandi meira effektiv og fer at minka um útlátið við 30% sigur ovastin fyri leiting og framleiðslu hjá TotalEnergies, Nicolas Terraz sambært Energy Voice. Hon fer at tryggja orkutrygdina í Evropa.

[object Object]

Tyra leiðin varð funnin í 1968 av Maersk Oil og liggur 225 kilometrar vestan fyri Esbjerg. Nú verður so farið undir at knýta  fleiri av gassleiðunum nærhendis Tyra, Valdemar, Roar, Harald og Svend í Tyra kjarnuna.

Hóast Danmark nøkur ár herfyri gjørdi av at steðga nýggjari oljuleiting sum part av sínum grøna orkupolitikki, so tók landið kortini avgerð um at halda fram við olju- og gassframleiðslu fram til 2050. Samstundis loyvdi stjórnin eisini leiting í økjum nærhendis verandi undirstøðukervi, har framleiðsla longu fer fram. 

Danmark hevur annars verið framleiðari av olju og gassi í nærum 50 ár og hava inntøkurnar frá hesi vinnu verið við til at gera landið sjálvsveitandi við orku eins og útflytara av bæði olju og gassi, nakað, sum hevur havt stóran týdning fyri vælferðina.

Við stóru Tyra útbyggingini fer henda gongdin nú at halda fram. Danmark hevur annars gingið á odda í einum felagsskapi,"Beyond Oil and Gas Alliance" (BOGA), sum heitir á lond kring heimin, ið enn ikki eru farin undir leiting ella framleiðslu, um ikki at taka stig til hvørki leiting ella framleiðslu. 

Henda tvístøða/andsøgn (paradoks), hevur javnan verið fyri atfinningum, nú Danmark um somu tíð, sum tað heitir á onnur lond um ikki at fara undir leiting ella framleiðslu av olju og gassi,  hevur givið grønt ljós til framleiðslu av egnari olju og gassi, sum skal gagna danska samfelagnum, í 26 ár aftrat, tá olju- og gassgoymslurnar eru um at tømast. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder