Jan Müller á ONS, Stavanger
Tað, sum tyktist síggja út sum ”opið kríggj” millum norska oljufelagið DNO og Faroe Petroleum, hevur eftir øllum at døma, í hvussu er nú, lagt seg aftur. Eftir at norska felagið herfyri keypti upp góð 28% av partabrøvunum í Faroe Petroleum, heitti felagið herfyri á leiðsluna í Faroe Petroleum um at kalla inn til eykaaðalfund, so tað kundi fáa tveir nevndarlimir í felagnum. Tað ynskti tó hvørki leiðsla, nevnd ella partaeigarar í Faroe Petroleum at taka undir við. Svarið til DNO var tí noktandi. Nú hevur leiðslan í DNO svarað, at tað tekur aftur krav sítt men vísir samtíðis á, at tað er ikki nøgt við handfaringina av málinum.
Tað nýggjasta í málinum er so, at stjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, hevur sagt, at felagið er nøgt við, at DNO hevur tikið sítt krav um nevndarlimir aftur. Grundgevingin hjá Faroe Petroleum í fyrstu atløgu ikki at vilja ganga kravinum frá DNO á møti var m.a. tann, at tað metti tað ikki vera rætt og stríða móti kappingarreglum, at DNO fekk nevndarlimir í Faroe Petroeleum, nú bæði feløgini virka og kappast í Norðsjónum.
Søgur hava annars gingið um, at DNO hevur ætlanir um at yvirtaka Faroe Petroleum, men hesum hevur DNO víst aftur. Skal tað keypa meira enn 30% av felagnum, so skulu ganga 6 mánaðir frá tí, at tað hevur keypt seg inn í felagið. Tað er í oktober. DNO sigur seg annars ynskja at koma inn í ein dialog við nevndina í Faroe Petroleum um framtíðina her m.a. nevndarsamanseting og strategi annars. DNO hevur seinastu seks árini virkað í Kurdistan í Norðurirak og gjørdi í fjør av at fara undir aftur virksemi í norska partinum av Norðsjónum. Har hevur tað hildið virksemi hjá Faroe Petroleum vera so mikið áhugavert, at tað í august keypti upp góð 28% av felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald